Uttanlands

Nýggj koronabylgja skerjir oljuprísin

Marknaðurin óttast fyri avleiðingunum av nýggjari koronabylgju, og nú Libya fer at tvífalda sína framleiðslu.

2020-10-26 10:46 Author image
Jan Müller

Avleiðingarnar av eini nýggjari koronabylgju kring alt Evropa og USA fær aftur oljuprísin at lækka. Í morgun var hann góðar 41 dollarar fyri tunnuna. Seinnapartin fríggjadagin var hann 42,23 dollarar.

Í vikuskiftinum boðaði USA frá tí hægsta talinum av smittaðum nakrantíð, meðan eitt land sum Frakland setti met við meira enn 50.000 smittaðum sunnudagin. Eisini í Italia og Spania er støðan ring. Hesin vøksturin skapar órógv á oljumarknaðinum, sum ber ótta fyri, at eftirspurningurin skal lækka enn meira. Hetta upplýsa bæði Reuters og Bloomberg í morgun.

Aftrat hesum kemur so eisini, at friður í Libya hevur við sær, at nógv meira olja kemur á marknaðin fyrr enn væntað. Møguleiki er fyri, at framleiðslan í Libya fer at tvífaldast til 1 mió. tunnur um dagin um fýra vikur. Alt hetta fer helst at hava við sær, at OPEC+ londini fara at útseta ein ætlaðan steðg í skerjingini av framleiðsluni.