Uttanlands

Nýggj oljukelda eystan fyri føroyska markið byrjar framleiðslu

Alligin oljukeldan goymir 20 mió. tunnur av olju og er hon knýtt í framleiðsluskipið Glen Lyon á Schiehallion leiðini

Alligin oljukeldan liggur skamt frá føroyska markinum nær stóru Shiehallion og Foinaven oljuleiðirnar.

Alligin oljukeldan liggur skamt frá føroyska markinum nær stóru Shiehallion og Foinaven oljuleiðirnar.

2020-02-04 17:50 Author image
Jan Müller

Tað er fyristøðufelagið BP, sum nú boðar frá, at latið er upp fyri oljuframleiðslu á Alligin oljuleiðina har suðuri á Atlantsmótinum, millum markið og oljukelduna Schiehallion. Útbyggingin er farin fram á havbotninum og er lagdur rørleiðing til framleiðsluskipið Glen Lyon, sum frammanundan tekur ímóti olju frá oljukeldunum Loyal og Schiehallion. Hesar fingu eina stóra uppgradering og nútímansgerð í 2017 og verða kallaðar “Quad 204”.

[object Object]

BP sigur í síni fráboðan, at framleiðslan gongur væl betri enn mett. Roknað varð við at framleiða 12.000 tunnur um dagin, men nú er hon 15.000 tunnur um dagin. Útbyggingin hevur kostað góðar 2 mia. kr. BP er fyristøðufelag við 50%, hina helvtina stendur Shell fyri. Ariel Flores, stjóri hjá BP yri Norðsjógvin sigur seg vera sera væl nøgdan við alla tilgongdina á nýggju oljuleiðini. Kostnaðurin er minni enn mett, útbyggingin er liðug fyri tíðina og alt hevur gingið væl í hond í hesum annars oftani turbulenta havøkinum. Alligin er partur av eini útbyggingarstrategi hjá BP á Atlantsmótinum.

[object Object]

Í løtuni er triðja stóra útbyggingin á Clair oljukelduni, nevnd Clair South, á tekniborðinum. Við hesi nýggju oljuleiðini fer oljuvirksemið á Atlantsmótinum sum heild at fáa størri og størri týdning fyri ikki bert BP og Shell og onnur oljufeløg men eisini fyri bretska landskassan. Meðan oljuinntøkurnar frá Norðsjónum minka, so økjast tær á Atlantsmótinum. Bæði BP og Shell hava gjørt púra greitt, at feløgini meta Atlantsmótið tvs. økið millum Hetland og Føroyar sum framtíða oljuøkið á bretska landgrunninum. Í hesum sambandi økti BP munandi um sín part av Clair oljukelduni úr 28,6% upp í 45,1%. Í 31. útbjóðingini á bretska landgrunninum fekk BP tillutað fleiri nýggj leitiloyvi í ein eystan og norðan fyri Clair oljukelduna, eisini nevnt sum “Quadrant 209” loyvisøkið við 10 loyvum.

 [object Object]