Uttanlands

Nýggjur norskur oljurisi byrjað framleiðslu

Johan Sverdrup er triðstørsta oljukeldan í Norra nakrantíð, sum fer undir framleiðslu

Oljurisin Johan Sverdrup er størsta oljuútbyggingin í Norra í 30 ár og fer keldan at standa fyri einum fjórðingi av samlaðu norsku kolvetnisframleiðsluni komandi 40 árini

Oljurisin Johan Sverdrup er størsta oljuútbyggingin í Norra í 30 ár og fer keldan at standa fyri einum fjórðingi av samlaðu norsku kolvetnisframleiðsluni komandi 40 árini

2019-10-08 15:10 Author image
Jan Müller

Í vikuskiftinum fór ein av mest umrøddu og eygleiddu oljukeldunum í Norðsjónum, Johan Sverdrup á norska landgrunninum, undir sína fyrstu framleiðslu. Tað eru 9 ár síðani, at oljufeløg við Equinor og Lundin á odda gjørdu hetta ovurstóra fundið, sum er eitt tað størsta í norskari oljusøgu. Síðani hava feløgini arbeitt við eini útbygging, sum nú er liðug og hevur gjørt kelduna til at vera ta triðstørstu framleiðandi oljukelduna í Norra yvirhøvur. Keldan fer at framleiða stóran part av norsku oljuni komandi 40 árini.

Lagnunnar speisemi var nettupp økið, har Johan Sverdrup varð funnið, sama øki, sum fyri 50 árum síðani varð bjóðað út til oljufeløgini, sum tá fóru undir fyrstu leitingarnar á norska landgrunninum. Tá varð einki funnið og seinni hevur verið leitað í øllum grannalagnum, men ikki fyrr enn ein av gløggu jarðfrøðingunum hjá oljufelagnum Lundin av álvara fór undir at gera sínar kanningar, varð Johan Sverdrup funnið, eitt risafund, sum nú fer at hava alstóran týdning fyri norska búskapin mong mong ár fram.

”Johan Sverdrup er eitt gott prógv um, at tað kann løna seg at fara aftur til øki, sum áður hava verið bjóðað út, við nýggjum eygum og nýggjari tøkni og so bora á rætta stað. Ævintýrið á norska landgrunninum er langt frá liðugt, og tað er Johan Sverdrup eitt dømi um,” sigur Bente Nyland, stjóri í norska oljudirektoratinum.

Sambært nýggjastu analysunum fer Johan Sverdrup at standa fyri einum fjórðingi av norsku oljuframleiðsluni í 2023. Keldan er triðstørsta í Norra, bara Ekofisk og Statfjord eru størri. Tað er bert ein partur av kelduni, sum nú er tikin í brúk. Farið er longu undir næsta byggistig, sum verður klárt móti endanum av 2022. Stórur partur av útbyggingini fer fram í Norra, so hon gevur sera nógv arbeiði til norskar skipasmiðjur og veitarafyritøkur annars. Íløgurnar verða mettar til 83 mia. kr.

Keldan verður mett at goyma 2,7 mia. tunnur. Harav eru 95% olja, 3% eru turrgass og restin nátúrgass. Framleiðslan verður mett at røkka 660.000 tunnum um dagin, tá hon kemur í hæddina. Norskir myndugleikar leggja stóran dent á, at oljufeløgini aftanfyri verkætlanina halda fram við at menna útvinningartøkni, sum kann hava við sær, at meira olja enn mett kann fáast upp úr undirgrundini sum frálíðir. Tað eyðkennir annars norska oljuvinnu framum vinnuna í øðrum londum, at norsk oljufeløg fáa nógv meira upp úr goymslunum í Norðsjónum enn aðrastaðni í heiminum.

Kollveltandi er fyri hesa útbyggingina, at alt ravmagnið, sum verður brúkt at reka feltið við, kemur úr landi. Hetta fer at minka munandi um CO2 útlátið. Oljufeløgini, sum eiga í Johan Sverdrup, eru Equinor, Lundin, Aker BP, Total og Petoro. Tað hevur annars eydnast at útbyggja fundið nógv bíligari enn ætlað. Tað verður 40 mia. bíligari.

Talan er um eina sonevnda gigantútbygging, sum er tann størsta á norska landgrunninum í meira enn 30 ár. Umleið 12.000 fólk hava arbeitt við útbyggingini, harav ein stórur partur á 30 ymsum framleiðslustøðum í Norra. Meira enn 70% av sáttmálunum fóru til norskar fyritøkur í eini altjóða kapping. Mett verður at útbyggingin av Johan Sverdrup frá 2015 til 2025 fer at hava við sær meira enn 150.000 ársverk í Norra. Mett verður at 3400 fólk fara at starvast fast í sambandi við framleiðsluna á Johan Sverdrup.

Keldan verður rikin frá Stavanger, men ymsu tænasturnar til og frá feltinum verða avgreiddar frá Dusavika og Sola. Oljan verður flutt til Mongstad og gassið til Kårsø. So týdningurin framleiðslan nú fer at hava fyri fleiri støð í Norra kann ikki undirmetast, sigur Arne Nylund, sum stendur á odda fyri menning og framleiðslu hjá Equinor í Norra.

Árið 2019 er annars eitt vegamót í norskari oljusøgu. Tí tað eru 50 ár síðani, at Ekofisk fór undir framleiðslu, sum varð byrjanin til norska olju- og gassævintýrið.