Uttanlands

Nýtt lív í ”gamlar” gasskeldur nær Føroyum

Oljufeløg varpa nú ljós á gasskeldurnar Suilven og Tornado, skamt frá føroyska markinum

Gasskeldurnar Suilven og Tornado liggja tætt við føroyska markið og sunnan fyri oljukeldurnar Cambo og Rosebank, sum ætlanin er at útbyggja. Nú verða Suilven og Tornado møguliga partur av útbyggingini av Cambo.

Gasskeldurnar Suilven og Tornado liggja tætt við føroyska markið og sunnan fyri oljukeldurnar Cambo og Rosebank, sum ætlanin er at útbyggja. Nú verða Suilven og Tornado møguliga partur av útbyggingini av Cambo.

2019-10-21 17:08 Author image
Jan Müller

Oljufelagið Siccar Point Energy, sum hevur ítøkiligar ætlanir um at útbyggja stóru oljukelduna Cambo eystan fyri føroyska markið, varpar nú eisini ljós á tvær ”gamlar” olju- og gasskeldur í grannalagnum, sum higartil hava ligið í dvala. Talan er um Suilven og Tornado, tvey fund, sum vórðu gjørd nøkur ár herfyri men sum ikki tá vórðu mett at vera nóg stór til at verða útbygd til framleiðslu einsamøll. Hetta serstakliga tí at eingin infrastrukturur finst í hesum økinum.

[object Object]

Nú nógv bendir á, at bæði Cambo og Rosebank oljukeldurnar í sama øki á Atlantsmótinum eystan fyri føroyska markið verða útbygdar, eru tær báðar keldurnar Suilven og Tornado komnar á radaran Hetta skrivar oljublaðið Upstream nú um dagarnar. Blaðið, sum er heimsins størsta oljublað, hevur í seinastuni havt nógvar greinar um Atlantsmótið og olju- og gassframtíðina her. Hetta er so eisini eitt øki, sum hevur stóran áhuga hjá føroyskum leitimyndugleikum og veitaravinnuni her.

Sambært Upstream er oljufelagið Siccar Point farið at hyggja aftur at Suilven og Tornado og taka tær við í eina kanningarætlan fyri framtíðar útbyggingar í hesum økinum skamt frá føroyska markinum.

Siccar Point og tess partnari, sum er Shell, umhugsa í løtuni tveir framtíðar møguleikar í sambandi við Suilven og Tornado. Antin at fara til tekniborðið við eini útbyggingarætlan nú ella fyrst at bora fleiri brunnar í grannalagnum fyri at finna meira gass, sum betri kann rættvísgera eina útbygging.