Uttanlands

Nýtt oljuævintýr nærkast eystan fyri Føroyar

Framleiðsluskipið Aoka Mizu hevur sett kós móti oljuleiðunum vestan fyri Hetland at taka ímóti fyrstu oljuni á Lancaster

2018-10-16 15:13 Author image
Jan Müller

 

Enn eitt nýtt oljuævintýr eystan fyri Føroyar nærkast í hvørjum. Talan er um eina ta mest umrøddu nýggju oljuleiðina vestan fyri Hetland í mong ár. Hon eitur Lancaster og er ein spildunýggj roynd at fáa olju upp úr undirgrundini á ein hátt, sum ikki er royndur áður í hesum partinum av heiminum. Hon verður nevnd ”Fractured Basement” tvs. at oljan liggur goymd niðri í sjálvum grundfjallinum, haðani hon er likin. Oljufelagið Hurricane Energy stendur fyri hesi nýggjastu royndini á Atlantsmótinum og øll eygu í aljtóða oljuheiminum eru vend móti júst Lancaster leiðini í hesum tíðum. Felagið hevur verið so mikið heppið at fáa fígging til verkætlanina, sum av summum verður mett sera váðafull. Men fyristøðufelagið Hurricane trýr uppá hana, og júst í hesum døgum er framleiðslu- og goymsluskipið Aoka Mizu ávegis úr Dubai til leiðirnar eystan fyri Føroyar. Skipið er ikki heilt ókent um okkara leiðir. Tað varð m.a. brúkt av Atlantic Petroleum í tess framleiðslu í Norðsjónum. Nú er skipið umvælt og nútímansgjørt og verður tað hjartað í nýggju framleiðsluni, sum er væntandi longu tíðliga í 2019.

Talan er um fyrsta stig í eini størri útbygging við útbúnaði á havbotninum. Um so er at henda fyrsta royndin at fáa oljuna upp úr sonevnda ”Fractured Basement” eydnast, so meta oljuserfrøðingar, at hetta er bara byrjanin til eina nýggja oljutíð, sum kann fáa alstóran týdning fyri alt økið millum Hetland og Føroyar.

Í økinum, har Lancaster oljukeldan liggur, eru eisini fleiri aðrar keldur og leitimið. Hesar eru m.a. Lincoln og Warwick, ið oljufelagið Spirit Energy herfyri keypt ognarpartar av. Mett verður at tað liggja 1 mia. tunnur av olju í hesum økinum.