Uttanlands

Oddamaður hjá Equinor fyri oljuleiting við Føroyar gevst

Tim Dodson, sum gav grønt ljós til fleiri oljuboringar við Føroyar, fer nú frá sum altjóða leitistjóri hjá Equinor

Tim Dodson, sum var við til at geva grønt ljós til at bora oljubrunnar við Føroyar, her á vitjan í Tinganesi í 2012, har hann kunnaði Kaj Leo Johannessen, løgmann um boringina av Brugdu brunninum á landgrunninum. Mynd Jan Müller

Tim Dodson, sum var við til at geva grønt ljós til at bora oljubrunnar við Føroyar, her á vitjan í Tinganesi í 2012, har hann kunnaði Kaj Leo Johannessen, løgmann um boringina av Brugdu brunninum á landgrunninum. Mynd Jan Müller

2020-04-23 14:18 Author image
Jan Müller

 

[object Object]

Tim Dodson vm. saman við Rúna M. Hansen, stjóra í Statoil Føroyar og Helga Lund, samstaksstjóri í Statoil á oljumessuni ONS í Stavanger. Mynd Jan Müller

Hann trýsti á jaknøttin til nakrar av oljubrunnunum, sum vóru boraðir á føroyska landgrunninum eftir aldarskiftið. Og hann hevur havt stóra ávirkan á, hvar í heiminum fyrst norska Statoil og nú Equinor hava sett borin í undirgrundina - bæði við góðum og minni góðum úrsliti. Í 2012 varð hann kosin heimsins besti leitistjóri. Nú gevst hann so sum ovasti stjórin fyri altjóða leiting hjá Equinor. Tim Dodson, sum eisini vitjaði í Føroyum, tá oljuleiting fór fram her, er nú farin í starvinum og í annað leiðslustarv hjá Equinor. Hetta boðaði felagið frá í gjár.

Tey árini hann hevði føroysku oljuleitingina um hendi var tað saman við m.a. stjóranum hjá Statoil í Føroyum, Rúna M. Hansen, ið eisini var partur av ovastu leiðsluni hjá Statoil sum leiðari fyri leitingini í Arktis. Ovasti stjórin í Statoil samtakinum tey árini var Helge Lund, sum eisini fleiri ferðir koyrdi tummulin upp, tá uppskot komu á hansara borð um at bora aftur í Føroyum. Í dag er Helge Lunde nevndarformaður í tveimum stórum fyritøkum, BP og Novo Nordisk. Hann hevur tó ikki slept Føroyum sum so, nú hann er nevndarlimur í føroyska Tjaldur, har Rúni M. Hansen situr sum nevndarformaður.

Nú Tim Dodson takkar fyri seg í tí sera avbjóðandi og gevandi partinum av virkseminum hjá norska oljufelagnum, fer hann at røkja aðrar leiðsluuppgávur í fyritøkuni eitt nú innan strategi. Og nú hesin royndi leitistjórin sigur leitingini farvæl, og vit líta aftur um bak, so er ikki ov nógv sagt, at tað var m.a. honum fyri at takka, at Statoil helt fram við at vera lokomotivið í føroyskari oljuleiting eftir fyrstu 10 árini, tá Rúni M. Hansen og Helge Lund vóru teir, sum góvu grønt ljós til fleiri brunnar.

Hóast einki lønandi fund varð gjørt, komu avgerðir hjá m.a. Tim Dodson, Rúna M. Hansen og Helga Lund um at bora fleiri brunnr við Føroyar at leggja lunnar undir nógvum av tí avleidda virkseminum, sum kom í kjalarvørrinum á brunnunum. Sum heild kann sigast, at tilrættaleggingin og boringarnar, ið rukku yvir tíðarskeiðið 2001 til 2013, hava havt ein týðandi leiklut í tí avleidda virksemi, sum hetta gav føroyskum fyritøkum og harvið bæði arbeiðsplássum og nýggjum inntøkum til føroyska samfelagið. (Meira fæst at vita um alt hetta í digitala oljuarkivinum - www.oljukeldan.fo og í bókini Oljan, sum kom út í 2014.)

[object Object]

Tim Dodson saman við Johan Dahl, oljuráðharra og Rúna M. Hansen, stjóra í Statoil Føroyar og øðrum oljufólkum á fundi í London í 2012, har kunnað varð um seinastu boringina hjá Statoil í Føroyum, Súlan Stelkur. Mynd Jan Müller