Uttanlands

OIjuprísur fallin við 50% síðani januar

Lækkaði við 5% eftir at USA í morgun bannaði evropearum innferðarloyvi

Ósemja millum Russland og Opec fekk oljuprísin at kava

Ósemja millum Russland og Opec fekk oljuprísin at kava

2020-03-12 09:30 Author image
Jan Müller

Mánamorgunin kavaði oljuprísurin niður á góðar 31 dollarar. Prísurin lækkaði við einum høggi við 30%. So tað var einki minni enn eitt skrædl. Hetta hendi eftir, at Russland gjørdi av ikki at avmarka oljuframleiðsluna uppaftur meira, hóast Opec-londini við Saudi-Arabia á odda samtyktu at lækka framleiðsluna munandi.  Síðani kvinkaði prísurin nakað uppaftur á umleið 38 dollarar fyri síðani í morgun at lækka við góðum 5% niður á góðar 34 dollarar.

Ein av orsøkunum til nýggjasta prísfallið er avgerðin hjá amerikanska forsetanum at banna øllum evropearum við undantraki av bretum innferðarloyvi til USA. Henda avgerð hevði beinanvegin avleiðingar fyri oljuprísin. Bannið er fyri ein heilan mánað.

Við hesi lækkingini er oljuprísurin lækkaður við umleið 50% síðani í januar mánað.

Tað var í gjár at WHO, altjóða heilsustovnurin, gjørdi av at lýsa Coronavirussið fyri eina Pandemi tvs. ein sótt, sum nú rakar allan heimin. Avgerðin hjá Trump forseta at seta evropearum bann fyri  at koma til USA fer at fáa álvarsligar avleiðingar fyri flogvinnuna, og tað fer aftur at seta síni fingramerki á eftirspurningin eftir olju og harvið eisini prísin.

Hetta saman við tí prískríggi, sum hevur tikið seg upp millum Russland og Saudi-Arabia, er orsøkin til, at oljuprísurin so gott sum er í fríum falli siga eygleiðarar sambært Reuters.

Nú eru øll eygu vend móti støðuni, sum kann taka seg upp seinast í mars, tá verandi framleiðsluavmarkingar hjá Opec fara úr gildi. Tá stendur øllum Opec-londunum frítt at koyra so nógva olju á marknaðin, sum tey ynskja. Tað kann hava við sær, at  oljuprísurin av álvara fer í botn.