Uttanlands

Økja fígging til oljuvirksemið eystan fyri Føroyar

Siccar Point, sum er sera aktivt í oljuleitingini millum Føroyar og Hetland, hevur betrað munandi um sína fíggjarligu styrki

Ongantíð áður er ein brunnur boraður so nær føroyska markinum sum Blackrock, ið oljufeløg fara at bora longu í mars mánaða 2019.

Ongantíð áður er ein brunnur boraður so nær føroyska markinum sum Blackrock, ið oljufeløg fara at bora longu í mars mánaða 2019.

2018-12-19 16:06 Author image
Jan Müller

Hetta hendir eftir at fleiri stórir bankar og fíggingarfyritøkur hava gjørt av at økja munandi um lánimøguleikarnar hjá Siccar Point. Fíggingin frá bankum er økt við 158 milliónum pundum, soleiðis at felagið nú kann læna upp til 630 milliónir pund til íløgur. Felagið hevur 555 milliónir pund tøkar av hesum lánifaciliteti, og haraftrat er lániavtalan longd við tveimum árum, soleiðis at hon er galdandi til 2025. Hetta eru góð tíðindi fyri oljufelagið Siccar Point og fyri bretska oljuvinnu sum heild og eisini fyri tey í Føroyum, sum vóna, at vaksandi virksemið við markið kanska fer at kveikja lív í aftur leitingina føroysku megin markið.

Oljan.fo skrivaði í gjár um ætlanina hjá Siccar Point at bora ein brunn skamt frá føroyska markinum í mars mánað næsta ár. At felagið nú fær váttað, at fleiri stórir bankar hava gjørt av at økja munandi um fíggingarmøguleikarnar hjá felagnum til bæði at bora brunnar og seinni eisini til at útbyggja oljufund, kemur sera væl við hjá oljuvirkseminum á Atlantsmótinum. Tað er so eisini í tráð við gongdina í løtuni, har íleggjarar og oljufeløg hyggja longur og longur vestur í hav, nú vanligi Norðsjógvurin so smátt er við at tømast. Fleiri av framleiðslubrunnunum, sum hava virkað í skjótt fimti ár, eru minkaðir so mikið nógv, at teir um 10 ár ella meira gevast at framleiða. Og tað eru hesar, sum nýggju oljuleiðirnar vestan fyri Hetland skulu avloysa og harvið tryggja bretska landskassanum víðari skattainntøkur umframt at halda lív í teimum hundraðtúsund tals arbeiðsplássunum í Bretlandi.

Men sum sagt, ráð eru fyri tí, nú økið vestan fyri Hetland vísir seg at goyma nógva olju og gass í undirgrundini. Og tað eru hesar goymslurnar, sum eitt nú privatir íleggjarar nú vilja fáa til høldar. Siccar Point er so bara eitt av undangongufeløgunum, sum hevur lagt til brots á Atlantsmótinum og hvørt tað hevur eydnast at fáa stórar íleggjarar at váða pening til eitt framtíðar olju- og gassvirksemi á umrøddu leiðum nær Føroyum.

Áhugavert verður at fylgja hesi jaligu oljutilgongdini eystan fyri Føroyar.