Uttanlands

Økja oljuframleiðslu á Johan Sverdrup

Norska Equinor hevur avgjørt at økja framleiðsluna á risastóru oljukelduni til 500.000 tunnur um dagin

2020-11-18 12:27 Author image
Jan Müller

Tað vóru stórtíðindi í orkuheiminum, tá norska oljufelagið Equinor nøkur ár herfyri kunngjørdi, at tað hevði gjørt eitt risastórt oljufund í Norðsjónum saman við øðrum feløgum. Johan Sverdrup er ein av størstu oljukeldunum, sum eru funnar í Norðsjónum seinastu 50 árini. 

Nú kunnar Equinor um, at tað fer at økja framleiðsluna á feltinum til hálva mió. tunnur um dagin móti endanum av 2020. Hetta eru 60.000 tunnur meira enn upprunaliga sett út í kortið. Við verandi framleiðslu uppá 470.000 tunnur verður framleiðslan um ársskiftið 30.000 tunnur størri.

Kanningar, sum eru gjørdar av kelduni, vísa, at goymslurnar loyva slíkari hækking. Hetta verður aðru ferð í tess ungu søgu, at Johan Sverdrup kann økja um framleiðsluna. Við hægri lønsemi og lágum CO2 útláti er ein øking av framleiðsluni sera góð tíðindi sigur Jez Averty, leiðari fyri menning og framleiðslu hjá Equinor. 

Um somu tíð sum hesar broytingar fara fram verður arbeitt uppá Fasu2 útbyggingina av Johan Sverdrup. Hon verður tikin í nýtslu í fjórða ársfjórðingi í 2022. Tá verður samlaða framleiðslan økt úr 690.000 tunnum til 720.000 tunnur um dagin. Johan Sverdup stendur í dag fyri einum stórum parti av samlaðu norsku oljuframleiðsluni og fer hesin luturin at vaksa sum frálíður. 

Í hesum døgum er Equinor annars við at kanna møguleikan fyri at útbyggja Wisting fundið í Barentshavinum.