Uttanlands

Oljuleiting: Økið eystan fyri Føroyar undir sjóneykuna

Seismikkfelagið PGS fer undir at nýtulka data tað hevur frá økinum eystan fyri Føroyar, har mett verður, at stórar kolvetnisgoymslur eru í undirgrundini

8000 ferkilometra økið eystan fyri Føroyar, sum nú kemur undir aftur sjóneykuna. Eitt hitt fremsta seismikkfelagið í heiminum, PGS, fer nú undir at tulka data frá økinum av nýggjum, eitt nú í basaltøkjum nær Føroyum.

8000 ferkilometra økið eystan fyri Føroyar, sum nú kemur undir aftur sjóneykuna. Eitt hitt fremsta seismikkfelagið í heiminum, PGS, fer nú undir at tulka data frá økinum av nýggjum, eitt nú í basaltøkjum nær Føroyum.

2021-03-21 13:50 Author image
Jan Müller

Eitt av heimsins størstu og fremstu seismikkfeløgum, PGS, sum m.a. frálandsreiðaríið Thor í Hósvík hevur tætt samstarv við, fer nú undir at tulka av nýggjum seismikk tað skjeyt eystan fyri Føroyar í 2013 og 2015. Hetta økið, eisini nevnt Atlantsmótið (East of Faroes/West of Shetland), fevnir um 8000 ferkilometrar og sigst goyma stórar nøgdir av bæði olju og gassi. PGS sigur í tíðindaskrivi, at vónirnar til at gera nýggj fund í økinum eru stórar, serstakliga nærhendis olju- og gasskeldum, sum longu eru funnar og onkrar teirra eisini framleiða kolvetni.  

Ikki kann sigast annað enn, at hetta stigið er áhugavert fyri ikki bert Bretland men eisini Føroyar, nú nýggj orka verður løgd  í at kanna undirgrundina í okkara nærumhvørvi meira nágreiniliga. At farið verður undir slíkar kanningar í tíð sum hesari kann bert vera ein ábending um, at vónirnar til at finna olju og gass um okkara leiðir framvegis eru til steðar. PGS sigur víðari, at úrslitið av kanningini verður longu klárt í januar mánað næsta ár. 

Tað áhugaverda við kanningini er eisini, at brúkt verður tann mest nútímans útgerðin til tulkingina, nevniliga breiðband, sum nettupp PGS hevur verið sera heppið við at brúka í sínum arbeiði kring heimin. Christoffer Watts frá PGS sigur, at tey við hesum kollveltandi kanningarháttinum eru før fyri at betra vitanina til øki, sum eru fjald av basalti eins og øki omanfyri basaltløg. Hesi liggja m.a. nær Føroyum. 

[object Object]
[object Object]

[object Object]
PGS sigur annars í síni kunning, at fyri oljufeløg, sum longu hava funnið olju- og gasskeldur vestan fyri Hetland, kann nýggja tulkingin av seismikkinum koma væl við, tí hann fer at gera tað lættari hjá oljufeløgunum at peika út øki nærhendis verandi fund, har møguleikarnir eru størstir fyri at finna nýggjar goymslur í undirgrundini. Og kanningarnar koma so eisini sera væl við hjá oljufeløgum, sum hava fingið tillutað nýggja leitiloyvi, men sum enn ikki hava sett borin í. 

Hyggja vit at kortinum frá PGS so gongur kanningarøkið heilt inn at føroyska markinum. Oljufeløg, sum hava loyvi her, eru m.a. Siccar Point Energy, Shell, Suncor, Athena, Corallian, Total, Equinor og BP. Kendastu keldurnar, sum longu eru funnar í økinum, eru Cambo, sum liggur heilt tætt upp at føroyska markinum eins og Rosebank, sum liggur eitt sindur frá markinum. 

[object Object]