Uttanlands

Oljan rennur úr nýggjari keldu eystan fyri Føroyar

Lancaster keldan er karmur um nýtt oljuævintýr á Atlantsmótinum

2019-06-05 13:00 Author image
Jan Müller

Um somu tíð sum bæði føroyingar og bretar leggja seinastu hond á fyrireikingarnar til nýggja oljuleiting báðumegin markið millum londini, er hol nú sett á eitt nýtt oljuævintýr longur syðri á Atlantsmótinum. Talan er um nýggju oljuleiðina ”Lancaster”, sum liggur miðskeiðis millum Hetland og Føroyar.

 

[object Object]

Lancaster er fyrsta av fleiri oljukeldum har suðuri á Atlantsmótinum millum Hetland og Føroyar, sum nú framleiðir olju.

Fyristøðufelagið Hurricane Energy boðar í morgun frá, at fyrsta oljan frá Lancaster kelduni nú er veruleiki. Framleiðslu- og goymsluskipið (FPSO) Aoka Mizu tekur nú ímóti fyrstu oljuni frá hesi nýggju oljuleiðini vestan fyri Hetland.

Mong eygu í altjóða oljuheiminum eru vend móti hesi nýggju oljuleiðini í hesum døgum, tí talan er um eitt nýtt slag av framleiðslu, sum ikki er roynt áður í Bretlandi. Talan er um at taka upp oljuna upp úr sjálvum grundfjallinum, eisini kallað ”fractured basement”. Umboð fyri Hurricane sigur sambært Energy Voice, at hetta er: UK´s first producing fractured basement field”.

Riggar og livir henda framleiðslan, sum er avmarkað í byrjanini, upp til metingarnar og vónirnar, so er ætlanin at víðka um verkætlanina, so hon eisini kann fevna um fleiri fund í grannalagnum. Tá verður Lancaster ein ”hubbur” ella kjarni/miðdepil í hesum økinum, ið er mett at goyma fleiri mia. tunnur av olju. Aðrar keldur nærhendis kunnu sum frálíður byggjast út og bindast í Lancaster kjarnan.

Eygleiðarar siga, at eydnast henda verkætlanin til fulnar, og tað vita vit meira um um eitt ár, so kann hon fáa týdning fyri onnur líknandi øki í Bretlandi. Mett verður eisini, at møguleiki er fyri líknandi framleiðslu í Føroyum, um og tá olja verður funnin her í rakstrarverdum nøgdum.

[object Object]

Umframt Lancaster eru fleiri aðrar líknandi keldur í grannalagnum, Warwick, Lincoln og Whirlwind. Oljufelagið Spirit Energy er í løtuni í ferð við at bora tríggjar brunnar á Warwick leitimiðinum. Eitt gott úrslit kann hava við sær, at henda keldan verður útbygd og bundin í Lancaster høvuðskelduna.