Uttanlands

Oljan setti fót fyri norskari meirilutastjórn

Tað var m.a. ósemja um oljupolitikkin, sum setti fót fyri eini meirilutastjórn. AP og S siga ja til  oljuleiting, tí rýmdi SV. Nú fær Norra helst eina minnilutastjórn.

2021-09-30 16:59 Author image
Jan Müller

Hóast samráðingar framvegis eru um at skipa eina nýggja norska stjórn eftir valið herfyri, so stendur nú greitt, at nýggj leiting eftir olju og gassi og eisini nýggjar útbyggingar av olju- og gasskeldum,  fara ikki at verða steðgað, tí hesi hava stóra undirtøku bæði  í eini møguligari minnilutastórn millum Arbeiðaraflokkin og Sentrumsflokkin og  millum flestu flokkarnar í Stórtinginum.

Tað er júst vorðið greitt, at flokkurin SV, sum er ímóti nýggjari oljuleiting, ikki verður partur av eini komandi norskari stjórn. Hetta merkir helst, at Norra fer at fáa eina minnilutastjórn eftir valið. Og tað kann merkja, at tey, sum hava borið ótta fyri stórum broytingum í  oljupolitikkinum, nú kunnu síggja fram til eina framhaldandi menning av norskari oljuvinnu. Ein nýggj minnilutastjórn við AP og S kann nevniliga rokna við stuðuli frá einum meiriluta av flokkunum í Stórtinginum fyri tí so týdningarmikla oljupolitikkinum.  

Men allar súður eru ikki syftar hjá einum komandi minnilutastjórn. Tí hon verður tvungin til at fáa sær stuðul frá øðrum flokkum í hvørjum einstøkum máli. Røddir eru longu frammi í Senterflokkinum um, at nýggja minnilutastjórnin heldur skal finna sær stuðul frá flokkum til høgru enn frá flokkum til vinstri. SV, sum hevur boðað frá, at tað fer neyvan at fella eina minnilutastjórn, ávarar kortini eina minnilutastjórn um ikki at gera seg ov tætt knýtta at høgraflokkunum.