Uttanlands

Oljan skapt vælferð og menning í Hetlandi

40 ár síðani fyrsta oljan kom til Hetlands

2018-11-27 14:32 Author image
Jan Müller

Í hesum døgum eru 40 ár síðani, at fyrsta oljan kom á land hjá næsta granna okkara, Hetlandi. Hetta hendi 25. november 1978, tá risastóri oljuterminalurin Sullom Voe varð tikin í brúk og tók ímóti fyrstu oljuni frá Dunlin oljukelduni í Norðsjónum. Oljan hevur hesa tíðina verið við til at broyta og menna Hetland, og í dag liggur Hetland í sjálvum hjartanum á bretskari olju- og gassframleiðslu.

Serstakliga eru tað nú oljuleiðirnar vestan fyri Hetland, sum hava tikið føraraleiklutin á bretska landgrunninum. Fyrsta oljan kom frá oljukeldum í Norðsjónum, eystan fyri Hetland. Fyrsta stóra fundið í Norðsjónum, Brent, varð gjørt av Shell í 1971. Tað fundið ruddaði slóð fyri fleiri øðrum oljukeldum, og tí varð stórur tørvur á eini rørleiðing úr Norðsjónum til nærmasta staðið á landi. Og tað valið fall tí á Hetland, sum var stytsta leiðin til oljukeldurnar.

Oljan grundarlag undir vælferð

”Sullom Voe hevur verið við til at skapa sera stóra vælferð í oyggjunum,” sigur Andrea Manson, nevndarlimur í havnanevndini í Sullom Voe. ”Tað hevur givið fólki væl lønt arbeiðspláss, og tað er grundarlagið undir mongu heimunum, góðum vegum og frægu skúlunum. Vit hava fingið eitt framúr gott undirstøðukervi, og tað skyldast ikki minst oljufeløgunum.”

Sullom Voe navnið, sum nú kann halda 40 ára føðingardag, stavar frá oldnordiska ”vagr” og merkir ein lítil vík.

Millum 1973 og 1982 var Sullom Voe eitt av størstu byggiplássunum í Europa. Tá arbeiddu 6000 fólk har við at byggja terminalin. Seinast í 90-unum arbeiddu 500 fólk á terminalinum, sum tók ímóti einum fjórðingi av allari tí bretsku oljuni.

Dagliga framleiðslan er í dag umleið 80.000 tunnur, men terminalurin kann taka ímóti fýrfalt ta nøgd.

Sullom Voe var fram til í fjør fyrisitin av BP, sum tá lat oljufelagnum EnQuest leiklutin sum fyristøðufelag. Tilsamans 25 oljufeløg eru partur av hesi oljumóttøkustøðini. Nýggju eigararnir ætla at brúka oljuterminalin fram til 2030 ella longuri. Upprunaliga varð hann mettur at fara at virka í 25 ár tvs. fram til 2003.

Clair Ridge longir um livitíð

Við nýggjastu framleiðsluni hjá BP á Clair Ridge, sum byrjaði í farnu viku, so er hugsandi, at livitíðin hjá Sullom Voe verður uppaftur longri. Livitíðin hjá Clair Ridge er mett til 40 ár, so hetta gevur góðar vónir til Sullom Voe.

Hetta merkir, at Sullom Voe fer at fáa stóran týdning fyri hetlendska búskapin í mong mong ár aftrat. Hesi fyrstu 40 árini hevur terminalurin tikið ímóti 8,3 mia. tunnum av olju. Fyri tveimum árum síðani varð terminalurin útbygdur við eini stórar gassverksmiðju, sum tekur ímóti gassi frá økjunum vestan fyri Hetland.

Tað vóru tey, sum bóru ótta fyri, at nýggi oljuterminalurin fór at taka grundarlagið undir øðrum vinnum so sum fiskivinnuni, men tað hevur víst seg, at oljan hevur havt alstóran týdning fyri Hetland og tess búskap. Ein partur av inntøkunum frá oljuvinnuni fer í grunnin, Shetland Charitable Trust, sum í dag er uppá umleið 3 mia. kr.

Tá framleiðslan varð uppá tað hægsta var hon uppá 1,5 mió. tunnur um dagin.

Sambært seinastu metingunum verður roknað verður við, at oljuterminalurin fer at vera virkin í 40 ár aftrat.

Týdning fyri Føroyar

Hóast Føroyar enn einki lønandi oljufund hava gjørt, so er greitt, at tann dag oljan verður funnin her, tá kann Sullom Voe í Hetlandi eins og undirstøðukervið eystan fyri Føroyar fáa stóran týdning fyri eina føroyska oljuvinnu. Hugsandi er, at føroysk olja, sum verður funnin nær markið, kann verða flutt til Sullom Voe at verða viðgjørd. Tá slepst undan at gera stórar íløgur í undirstøðukervi og móttøkur á landi í Føroyum, og tað kann gera eina útbygging her nógv meira lønandi. So tíðindini um at livitíðin hjá Sullom Voe verður fleiri tíggjutals ár aftrat kann hava stóran týdning fyri framtíðar føroyskt oljuvirksemi eisini. Hin møguleikin er so eisini, og tað er so hann, sum verður nevndur í kolvetnislógini, nevniliga, at verður olja funnin á føroyska landgrunninum, so er útgangsstøðið tað, at hon skal í land í Føroyum. Spurningurin tá vil so vera, hvat lønar seg best fyri Føroyar og fyri eina komandi oljuvinnu. Tað má tíðin so vísa.