Uttanlands

Oljuprísur nærum 80 dollarar - hægsti í trý ár

Tíðliga mánamorgun tók oljuprísurin dik á seg til 79,50 dollarar

2021-09-27 15:22 Author image
Jan Müller

Vit skulu aftur til oktober í 2018 at finna ein oljuprís omanfyri 80 dollarar fyri tunnuna. Tá var orsøkin amerikanska boykottið av Iran. Ein av orsøkunum til hækkaða oljuprísin í dag er óttin fyri eini orkukreppu í Evropa. M.a. er gass við at ganga undan, og hetta hevur bæði ávirkan á ein skjótt vaksandi gassprís og eisini oljuprísin. Orkukreppan er longu farin at merkjast væl í Bretlandi, har fleiri og fleiri bensinstøðir hava latið aftur. Stjórnin umhugsar nú at brúka herin til at flyta bensin til mongu bensinstøðirnar kring landið.

Aðrar orsøkir til støðuna í Bretlandi er mangulin uppá bilførarar til stóru flytibilarnar. Tað ljóðar, at tørvur er á 100.000 bilførarum. Og hetta er so eisini orsøkin til, at hyllarnar í matvøruhandlum eru við at tømast. Enn ein orsøk til støðuna á oljumarknaðinum er, at eftirspurningurin er farin at vaksa, nú virksemið, eftir ringastu avleiðingarnar av korona, er farið at økjast kring allan heimin. 

[object Object]

Meðan bretar verða hart raktir av høgu prísunum og manglandi olju og gassi, so gongur tað øðrvísi í eitt nú Norra. Har hava inntøkurnar frá olju- og gassframleiðslu ikki verið so høgar í 13 ár tvs. síðani 2008.

Í august útflutti Norra fyri 32 mia. norskar kr.  ella í meðal 1,68 mió. tunnur um dagin henda mánaðin skrivar E24.no. Orsøkin til høgu framleiðsluna kemur m.a. frá stóru framleiðsluorkuni á risafeltinum Johan Sverdrup. Haraftrat er enn ein risastór oljukelda tikin í nýtslu, Martin Linge.

[object Object]

Tølini siga eisini, sambært E24, hvussu støðan er broytt. Í august kostaði ein tunna av olju 603 kr. Sama mánað árið fyri kostaði hon 392 kr. Prísurin á eini tunnu higartil í ár liggur um 578 kr. Í norsku fíggjarlógini hava tey roknað við einum meðalprísi fyri 2021 uppá 557 norskar kr. 

Kelda: E24.no