Uttanlands

Oljueftirspurningur neyvan at vaksa í 2020

Vaksandi koronatilburðirnir kring heimin fara framhaldandi at ávirka eftirspurningin eftir olju sigur IEA

2020-11-16 15:38 Author image
Jan Müller

Framhaldandi spjaðingin av koronasmittuni í USA og Evropa við søguliga høgum smittutali í fleiri londum hevur fingið altjóða orkustovnin IEA til at broyta sínar metingar fyri eftirspurningin eftir olju uppá stytri sikt. IEA væntar nú, at eftirspurningurin fer at minka við 8,8 mió. tunnum um dagin í 2020. Seinasta metingin var 8,4 mió. tunnur. Í 2021 roknar IEA við einum vøkstri uppá 5,8 mió. tunnur um dagin. Í seinastu metingini  fyri komandi ár var talan um 5,5 mió. tunnur. Hetta stendur at lesa í seinastu frágreiðingini frá stovninum. 

 
Oljuprísurin er annars hækkaður nakað í seinastu viku, tá hann eitt skifti var umleið 45 dollarar fyri tunnuna. Hetta fyrst og fremst orsakað av tíðindunum um, at  koppingarevni móti koronu skjótt verða á marknaðinum. IEA sigur annars, at tað er alt ov tíðliga at siga nakað við vissu um, nær koppingarevni fara at broyta liviumstøðurnar, soleiðis at fólk aftur kunnu fara til arbeiðis og samfelagshjólini aftur fara at mæla sum vant. IEA sigur víðari, at neyvan fara tær stóru broytingarnar at merkjast í fyrru helvt av 2021.