Uttanlands

Oljueftirspurningur veksur nú fleiri verða vaksinerað

Sohvørt fleiri og fleiri fólk verða vaksinerað móti Covid 19, so veksur eftirspurningurin eftir olju

2021-09-15 18:27 Author image
Jan Müller

Altjóða Orkustovnurin IEA roknar við, at eftirspurningurin eftir olju og gassi fer at taka eitt dik á seg í oktober, tá vaksinan móti korona av álvara hevur fingið fastatøkur kring heimin, skrivar The Times.

Eftirspurningurin er minkaður seinastu tríggjar mánaðirnar orsakað av vøkstrinum av koronasmittaðum serstakliga í Asia, men tekin eru nú til, at smittan er við at minka. IEA roknar við, at eftirspurningurin fer at vaksa við 1,6 mió. tunnum um dagin í oktober og fer at halda fram at hækka í fjórða ársfjórðingi. 

Altjóða eftirspurningurin eftir olju fall í 2019 frá 100 mió. tunnum um dagin til 91 mió. tunnur um dagin í fjør, sum fekk oljuprísin at kava. Men síðani eru prísirnir aftur farnir at hækka serstakliga eftir, at Opec+ londini avmarkaðu sína framleiðslu.

IEA væntar, at eftirspurningurin fer at hækka við 5,2 mió. tunnum um dagin í ár. Og at hann fer at vaksa í 2022 við 3,2 mió. tunnum, sum hevur við sær eina samlaða framleiðslu um dagin uppá 99,4 mió. tunnur tvs. næstan tað sama sum undan koronasóttini. 

Oljuprísurin er í løtuni uppá 74 dollarar. Prísurin á gassi er farin upp í loft og tað hevur við sær stórar avbjóðingar i fleiri londum eitt nú Bretlandi og USA.