Uttanlands

Oljufelag í føroyska grannalagnum til sølu

Norsku og kinversku oljurisarnir, Equinor og Cnooc, stóran áhuga at keypa oljufelagið Siccar Point, sum arbeiðir við føroyska markið

Siccar Point eigur fleiri sera áhugaverd loyvi á Atlantsmótinum og fleiri teirra liggja tætt við føroyska markið.

Siccar Point eigur fleiri sera áhugaverd loyvi á Atlantsmótinum og fleiri teirra liggja tætt við føroyska markið.

2020-01-23 15:41 Author image
Jan Müller

[object Object]

Tað er ikki óvanligt, at oljufeløg royna at sleppa sær av við oljuloyvi í einum øki fyri harvið at raðfesta onnur øki ístaðin. Hetta hava vit sæð ikki minst fleiri av amerikonsku oljufeløgunum, sum hava sett kósina heimaftur, gera. Eisini stór evropeisk oljufeløg so sum Shell, BP og Total hava selt av sínum ognum í eitt nú Norðsjónum fyri at kunna raðfesta øðrvísi. Fleiri teirra hava selt út í Norðsjónum fyri at kunna brúka meira orku á Atlantsmótinum, tvs. í økinum nær Føroyum. 

Hesaferð er tað einki minni enn skotska oljufelagið "Siccar Point Energy", sum er privatfíggjað oljufelag, ið stendur til sølu. Felagið er eitt tað mest virkna oljufelagið á Atlantsmótinum við loyvum, sum liggja tætt við føroyska markið. Bloomberg skrivar, at fleiri feløg eru um boðið, teirra millum norska Equinor, kinverska Cnooc, norska Hitec Vision, skotska Chrysaor Holdings og kanadiska Suncor Energy. Fleiri av áhugaðu keyparunum ynskja tó bert at keypa partar av felagnum ella tess loyvum. Tað skilst, at útbjóðarin er ikki heilt nøgdur við boðini, sum hann metir eru ov lág.

Bloomberg vil vera við, at tað eru Equinor og Cnooc, sum hava hægstu boðini. Í løtuni arbeiða bæði hesi feløgini á Atlantsmótinum. Equinor keypti herfyri stóran part av oljukelduni Rosebank frá Chevron. Eitt av feløgunum, sum eisini eigur í Rosebank, er Siccar Point, so helst hóskar keyp av Siccar Point ella nøkrum av tess loyvum væl inn í portoføljuna hjá norska felagnum, sum hevur boðað frá, at tað er farið undir at fyrireika útbygging av stóru Rosebank kelduni. Siccar Point Energy arbeiðir hinvegin eisini við ætlan um eina útbygging av Cambo kelduni, sum liggur tætt við Rosebank og liggja bæði tætt við føroyska markið. At tengja hesar báðar útbyggingar saman vil kanska eisini vera ein møguleiki, og um so er, vil Equinor ein náttúrligur keypari. Men sera lítið fæst at vita.

Tað eru íløgufeløgini Blackstone og Blue Water Energy, sum eiga Siccar Point og hava tey hugsað sær at fáa millum 2 og 3 mia. dollarar fyri felagið. Hesi fara nú at meta um endaligu boðini - um tey antin skulu taka av onkrum av bestu boðunum ella útseta søluna.

Fyri Føroyar og føroyska oljuleiting hevur sølan av Siccar Point stóran áhuga, ikki minst tí at loyvini hjá felagnum liggja upp at føroyska markinum, og tí sjálvur juvelurin í Siccar krúnini, Cambo oljukeldan, liggur so nær Føroyum. Ætlanin er at taka avgerð um eina útbygging í ár, og hon kann fáa stóran týdning og ávirkan á gongdina føroysku megin markið eisini. Tað vil so vera tann oljuframleiðslan, sum fer at liggja næst Føroyum í bretskum øki, fyri ikki at siga á gáttuni til føroyska landgrunnin.

Sum skilst er dialogur millum Jarðfeingi og Siccar Point, her serstakliga á jarðfrøðiliga økinum. Hvønn týdning hesin dialogur kann fáa í framtíðini, um Siccar verður selt til annað oljufelag, er enn óvist. Tað vil sjálvandi vera hugaligt fyri Føroyar og føroyska oljuleiting, um komandi eigarin av Siccar Point og tess mongu loyvum við markið, verður eitt felag, ið hevur kunnleika til føroysku undirgrundina og sum vil fremja eina útbygging á Cambo kelduni skjótast til ber, tí tað fer at menna infrastrukturin í øllum økinum, sum so aftur er gott fyri føroysku oljuframtíðina.

Áhugavert er eisini at býta merki í, at ein av heimsins størstu oljurisum, Shell, nøkur ár herfyri keypti seg inn í partar av loyvunum hjá Siccar Point - loyvi, sum liggja upp at markinum til Føroyar. Ein kann samanumtikið siga, at sølan av Siccar Point, og tað at so mong stór oljufeløg vísa áhuga fyri hesi sølu, er eitt tekin um stóra áhugan fyri øllum økinum, sum hevur mark við føroyska landgrunnin. Sí kort, sum vísir hvussu víða Siccar Point annars arbeiðir á Atlantsmótinum. Her er ikki minst áhugavert at býta merki í loyvini felagið hevur sunnan fyri markið og út móti Rockall leiðunum.

 [object Object]