Uttanlands

Oljufelag og íløgufelag vilja menna varandi orku

Norra skal vera undangonguland í orkuskiftinum við at menna varandi orkukeldur. Vårgrønn er enn eitt stig á leiðini.

Vindorka til havs skal m.a. vera við til at minka um CO2 útlátið frá oljupallum

Vindorka til havs skal m.a. vera við til at minka um CO2 útlátið frá oljupallum

2020-11-13 10:39 Author image
Jan Müller

 

[object Object]

Mongu yvirskriftirnar í altjóða orkumiðlum snúgva seg um orkuskiftið og vaksandi áhugan fyri at gera íløgur í varandi orkukeldur, eitt nú vindorku. Seinastu tíðindini í so máta snúgva seg um italska oljurisan ENI, sum hevur gjørt samstarvsavtalu við norska íløgufelagið Hitecvision um at stovna eitt nýtt felag við tí endamáli at menna grønar orkuverkætlanir í Norra. Nýggja felagið hevur fingið navnið “Vårgrønn” og fer tað í fyrstu atløgu at leggja seg eftir at gera íløgur í vindorku, og í hesum sambandi fer tað at liggja framvið, tá nýggj loyvi verða latin til vindorkuverkætlanir. 

 
Felagið fer so eisini at stuðla uppundir arbeiðið hjá einum øðrum orkufelag í Norra, Var Energy, sum ENI eisini er partur av. Var Energy roynir eins og mong onnur oljufeløg at minka um CO2 útlátið við m.a. í framtíðini at reka verandi framleiðslur til havs við streymi úr landi ella frá vindmyllum til havs. 
 
Ein kendur orkustjóri er settur til at stjórna Vårgrønn. Tað er Olav Hetlandi, sum higaritl hevur havt ábyrgdina av vindorku til havs hjá Statkraft, sum er størsti framleiðari av varandi orku í Evropa. 
 
ENI og Hitecvision siga í tíðinaskrivi, at Norra liggur sera væl fyri at ganga undan at menna vindorku til havs. ENI, sum stendur fyri olju- og gassframleiðslum kring allan heimin, sigur seg við nýggja felagnum vilja royna at minka um samlaða CO2 útlátið sum part av altjóða orkuskiftinum. Við at leggja størri dent á varandi orku so sum vindorku roknar ENI við at kunna menna tess tøkni til havs, sum aftur kann gagna umhvørvinum. Við nýggja grøna felagnum Vårgrunn ynskir Hitecvison at gerast  ein týðandi spælari í orkuskiftinum. Felagið er í dag størsti privati íleggjari í norska olju- og gassídnaðinum. 
 
Vårgrønn skal sambært DN gera íløgur í varandi orku uppá 20 mia. kr. ENI eigur 69,6% og Hitecvision 30,4% í nýggja felagnum. Langtíðar ætlanin er at kunna menna varandi orku við 1 GW fram til 2030.
 
Oljufelagið ENI var eitt av teimum mongu oljufeløgunum, sum eftir ár 2000 var partur av oljuleitingini í Føroyum.