Uttanlands

Oljufelag útsetir boring nær markið til næsta ár vegna veður

Siccar Point fer at bora tveir týðandi brunnar nær føroyska markinum í 2019, sum kunnu vera grundarlagið undir útbygging

Analysufyritøkan Wood Mckenzie ger nógv burtur úr økinum eystan fyri Føroyar, sum hon heldur fer at fáa stóran týdning í framtíðini. Her kort við kunning um komandi virksemi. Lyon verður tó ikki borað í ár.

Analysufyritøkan Wood Mckenzie ger nógv burtur úr økinum eystan fyri Føroyar, sum hon heldur fer at fáa stóran týdning í framtíðini. Her kort við kunning um komandi virksemi. Lyon verður tó ikki borað í ár.

2018-09-12 16:53 Author image
Jan Müller

Oljufelagið Siccar Point Energy, sum er eitt av teimum mest virknu vestan fyri Hetland, hevur avgjørt at útseta eina ætlaða boring á Lyon leitimiðinum har norðuri eystan fyri føroyska markið. Hetta verður gjørt fyri at tryggja seg fyri tí harðbalna veðurlagnum á Atlantsmótinum hesa tíðina á árinum og harvið fyri at sleppa undan óneyðugum kostnaðarhækkingum. Stjórin í felagnum, Jonathan Roger, sum júst hevur hildið fyrilestur í Hetlandi um vaksandi virksemið hjá felagnum í hesum partinum av bretska landgrunninum, sigur, at skilabest er at bíða við hesum leitibrunninum, sum annars hevur alstóran týdning fyri framtíðina hjá felagnum í økinum.

Tað var annars ætlanin at bora Lyon-leitimiðið nú aftaná, at pallurin West Hercules hevði borað ein metingarbrunn á Cambo kelduni herfyri, ein boring, sum gav sera góð úrslit. Ja so mikið góð, at tað verður hildið fyri vist, at avgerð um eina útbygging av Cambo verður tikin tíðliga næsta ár. Men áðrenn tað fer felagið so eisini at bora ein nýggjan leitibrunn á Blackrock leitimiðinum, sum liggur einans 2 kilometrar frá føroyska markinum. Verður tann boringin væleydnað, hvat jarðfrøðingarnir hjá Siccar Point halda, so verður uttan iva givið grønt ljós til Cambo-útbyggingina, sum tá eisini fer at fevna um Blackrock leitimiðið. Og skilur oljan.fo, at tað er ikki óhugsandi, at Siccar Point tá av álvara fer at hyggja at føroyska grannalagnum eisini. Tað er ein sera stórur fyrimunur og styrki hjá Siccar Point, at Shell herfyri keypti seg inn í fleiri loyvi hjá felagnum, sum øll liggja tætt upp at føroyska markinum, eitt nú alt Cambo økið.

Nú hevur felagið so avgjørt at útseta Lyon boringina. Verður tann boringin væleydnað, tá hon verður í 2019, so verður mett, at tað verður startskotið til eina heilt nýggja gassleið vestan fyri Hetland, tað sokallaðu ”Northern Gas hub”, sum umframt høvuðskelduna Lyon, tá eisini fer at fevna um smærri ”stranded” gassfund nærhendis, eitt nú Tobermory, Gragganmore og Bunnehaven, øll smærri gassfund, sum ikki kunnu útbyggjast einsamøll men sum mugu vera partur av einum størri hubbi.

Higartil er ein gassframleiðsla burturav farin í gongd vestan fyri Hetland, tann sonevnda syðra gassleiðin við Laggan Tormore keldunum sum kjarnu ella Hub. og har gasskeldurnar Edradour og Glenlivet eru bundnar í. Alt gassið fer umvegis rørleiðing til Hetlands. Tá og um norðara gassleiðin verður útbygd, tá verður eisini løgd gassleiðing hiðani á havbotnin og víðari til Hetlands.

Oljufelagið Siccar Point, sum vit uttan iva fara at hoyra nógv meira til komandi árini, er eitt rættiliga nýtt oljufelag, ið verður fíggjað av múgvandi privatum grunnum, sum síggja økið eystan fyri føroyska markið sum eina framtíðar oljuprovins. Siccar keypti í 2017 upp allar ognirnar hjá eysturríkska oljufelagnum OMV, sum tá eisini varð sera virkið í Føroyum. Eftir hetta hevur felagið selt 66,6% av Lyon gassleiðini til oljufelagið Ineos, sum herfyri keypti upp danska oljufelagið DONG. Kortini er Siccar Point fyristøðufelag á Lyon leitimiðinum og kemur tí eisini at standa fyri boringini næsta ár og møguligari útbygging.

Kevin Swann, frá analysufyritøkuni Wood Mackenzie’s North Sea upstream team, sigur við Energy Voice, at ein væleydnað boring á Lyon næsta ár, fer uttan iva at lata dyrnar upp fyri eini nýggjari gassútbygging í økinum vestan fyri Hetland.