Uttanlands

Oljufeløg á Offshore Europe: Umhugsa leiting við Føroyar

Eisini spennandi møguleikar fyri samstarvi millum føroyska og bretska veitingarvinnu

Eli Lassen, stjóri í Atlantic Supply Base í Runavík saman við umboðmanninum hjá FOÍB, Føroya Oljuídnaðarbólki í Bretlandi, Louis Wilson vitja básin hjá veitingarfyritøkuni ASCO á oljumessuni í Aberdeen í vikuni. Mynd Jan Müller/oljan.fo

Eli Lassen, stjóri í Atlantic Supply Base í Runavík saman við umboðmanninum hjá FOÍB, Føroya Oljuídnaðarbólki í Bretlandi, Louis Wilson vitja básin hjá veitingarfyritøkuni ASCO á oljumessuni í Aberdeen í vikuni. Mynd Jan Müller/oljan.fo

2019-09-07 18:16 Author image
Jan Müller

[object Object]

Spildurnýggja framsýningar- og konserthøllin uttanfyri Aberdeen hýstu Offshore Europe messuni fyri fyrstu ferð. Eisini føroysk umboð vitjaðu.

Aberdeen. Hóast føroyska útbjóðingin til oljuleiting bert hevur verið opin í góðan mánað, so vísa oljufeløg longu nú áhuga fyri leitingini.

Oljuportalurin, sum luttekur á altjóða oljumessuni, ”Offshore Europe” í Aberdeen í hesum døgum, veit at siga frá einum av oljufeløgunum, sum m.a. arbeiðir á Atlantsmótinum, at teirra serfrøðingar síggja áhugaverd og spennandi ting í tí datatilfarinum, sum oljufeløg hava fingið frá Jarðfeingi.

”Vit eru sera fegin um at kunna fáa ókeypis atgongd til datatilfar. Okkara fyrstu tulkingarnar av hesum vísa, at talan er um tilfar av sera høgari góðsku og sum er so mikið áhugavert, at helst eisini fær okkum at umhugsa at senda umsókn til føroysku myndugleikarnar seinni í heyst,” sigur umboð fyri eitt oljufelag, sum ikki ynskir at verða nevnt í hesum høpinum.

Víst verður eisini á, at samstarvið millum Jarðfeingi og bretska leitimyndugleikan, OGA (Oil and Gas Authority) um at bjóða út samanhangandi øki báðumegin markið um somu tíð kemur sera væl við og hevur henda nýggja samskipanin eftir øllum at døma vakt stóran ans millum altjóða oljufeløg. Hesi siga eisini, at tað kann vera ein stórur fyrimunur fyri tey, at Føroyar í fleiri førum hava linkað og betrað leititreytirnar, soleiðis at tær í ávísan mun líkjast teimum bretsku. Eisini tann harmoniseringin tykist at telja rætta vegin hjá oljufeløgunum.

[object Object]

FOÍB og føroysku luttakararnir á messuni fingu møguleika at brúka básin hjá bretska felagsskapinum Oil and Gas UK m.a. at vísa fram faldarar um føroysku oljuleitingina og Føroyar sum maritiman tænastudepil.

Gerið Føroyar burðardyggar við orku

Føroyska oljuleitingin hevur verið umrødd í fleiri av bretsku miðlunum, síðani hon lat upp í juli. Í sambandi við Offshore Europe oljumessuna hevur skotski orkujournalisturin Jeremy Cresswell eisini latið við seg koma og hevur í eini meiningargrein sagt seg ivast, um nýggjasta føroyska útbjóðingin fer at fáa nakra stórvegis undirtøku. Hann heldur, at føroyingar eru troyttir av ella sum hann málber seg, ”fed up” við 20 ára oljuleiting og ræður tí føroyingum til heldur at raðfesta einar orku burðardyggar Føroyar. Til hetta er vælsaktans eisini uppá sítt pláss at minna á, at tað í kunnandi tilfarinum, sum altjóða oljumiðlar hava varpað út um 5. útbjóðing, verður víst á, at eitt samt løgting hevur samtykt at fara undir aftur leiting á landgrunninum!

Lat okkum geva Jeremy Cresswell orðið aftur. Hann skrivar m.a. um 5. føroysku útbjóðingina:

”It’s fifth offshore oil & gas licensing round is likely to be the final throw of the hydrocarbons dice for the Faroe Islands. While there have apparently been or are tentative discussions regarding acreage just across the UK-Faroe median line from the West of Shetland Cambo field operator Siccar Point, there is a danger that the fifth licensing round will draw a blank in terms of oil company interest, as was the case with the fourth round.”

Hann byggir her síni sjónarmið á gongdina í oljuframleiðandi londum, har oljufeløg alt meira eru partur av orkuumskiftinum og gera íløgur samsvarandi hesum, heldur enn á at taka avgerðir, sum byggja á veruligu møguleikarnar í Føroyum fyri at finna olju og gass.

Í greinini í Energy Voice umrøður skotski journalisturin í stóran mun framtíðar orkumøguleikar í Føroyum og hevur hann sjálvur nøkur boð uppá, hvussu Føroyar kunnu gerast meira grønar og burðardyggar á orkuøkinum.

[object Object]

Umboð fyri FOÍB og føroysku sendistovuna í London vitja á básinum hjá Oil and Gas Authority, tí bretska Jarðfeingi, har oddafólkini fyri oljuleiting eystan fyri føroyska markið tóku ímóti.

Føroyar í messusjónvarpinum

Hóast eingin føroyskur landabásur er á altjóða oljumessuni Offshore Europe í hesum døgum, so eru Føroyar kortini á breddanum. Hósdagin hevði sjónvarpsrásin á oljumessuni samrøðu við føroyska sendiharran í London, Áka Johansen um føroysku luttøkuna her og um Føroyar sum heild í orkuhøpi. Umframt sendiharran eru tvey umboð fyri FOÍB við á messuni eins og stjórin í Atlantic Supply Base og stjórin í Atlantic Fair messutiltakinum.

[object Object]

Stjórin fyri "Decommissioning" hjá Oil and Gas UK, umrøður her arbeiði, sum verður gjørt í Hetlandi fyri at menna nýggja partin av oljuvinnuni, nevniliga niðurtøku av gomlum oljupallum. Hann heldur tað vera upplagt hjá føroyingum eisini at fara undir hesa vinnu og ongantíð betur í samstarvi við Hetland.

FOÍB, Føroya Oljuídnaðarbólkur, hevur gjørt avtalu við bretska systurfelagið, OGUK, Oil and Gas UK, um at kunna brúka teirra bás til faldarar við kunning um føroyska oljuleiting og føroyskt veitingarvirksemi, umframt at kunna brúka teirra fundarhøli. FOÍB er atlimafelag í OGUK og roynir í hesum sambandi umframt at kunna um Føroyar eisini at byggja brýr millum Føroyar og Bretland. Eisini kunnu føroyskar fyritøkur og myndugleikar frítt brúka vitan og royndir hjá hesum risastóra felagsskapinum, sum er flaggskipið í bretskari olju- og gassvinnu við meira enn 350.000 limum.

Vert er at undirstrika, at hóast avmarkaðu føroysku luttøkuna, so hava FOÍB saman við føroyska sendimanninum í London og nøkrum umboðum fyri føroyska vinnu, roynt at fáa út boðskapin um bæði føroyska oljuleiting og Føroyar sum maritiman tænastudepil.

[object Object]

Føroyski sendimaðurin í London, Áki Johansen umrøður føroyskt-bretskt samstarv á sjónvarpsrásini á Offshore Europe.

Atlantsmótið í fokus

Atlantsmótið, sum er økið millum Hetland og Føroyar, fær eisini nógva umrøðu á messuni. Vónirnar til hetta økið eru stórar, nú fleiri oljufeløg hava gjørt av at brúka nógva orku til bæði leiting og útbyggingar í økinum. Í løtuni fara fram fleiri sera spennandi boringar í hesum økinum, har fleiri av heimsins størstu oljufeløgum so sum Shell, BP, Total og Equinor arbeiða. Og í hesum sambandi síggja umboð fyri oljumyndugleikar og oljuvinnuna, sum Oljuportalurin hevur tosað við, tað sum eitt stórt framstig, at Føroyar og Bretland eru farin undir samstarv, nú útbjóðingar í báðum londum fara fram samstundis og í sama øki. Tíðin skal so vísa, um áhugi verður fyri at lata umsóknir inn til bæði føroyskar og bretskar myndugleikar, áðrenn útbjóðingin letur aftur í november.

[object Object]

Partur av føroyska ferðalagnum í góðum hondum hjá borgarstjóranum í Aberdeen.

Føroysku umboðini á oljumessuni hava umframt at kunna um 5. leitiútbjóðing við Føroyar, eisini havt samrøður við bretskar oljuvinnumyndugleikar um møguleikar fyri vinnuligum samstarvi tvørtur um mark. Vaksandi virksemið eystan fyri markið á bretska landgrunninum skapar nýggjar møguleikar fyri føroyska veitingarvinnu eins og Føroyum sum tænastudepli. Áki Johansen, sendimaður í Bretlandi, sigur við Oljuportalin, at tað eru avgjørt møguleikar fyri føroyska vinnu og eisini í samstarvi við bretsku veitingarvinnuna.

Eisini spurningurin um tann nýggjasta partin av oljuvinnuni, nevniliga Decommissioning, niðurtøku av gomlum oljupallum, varð umrøddur á fundum millum føroyingar og bretskar oljuvinnumyndugleikar. 

[object Object]

Eli Lassen, stjóri í Atlantic Supply Base og næstformaður í Oljuvinnufelagnum á sjarmuoffensivi á oljumessu í Aberdeen. Her við faldarum um føroyska veitaravinnu, Føroyar sum ferðamannaland og Føroyar sum tónleikaútflytara.

”Transition”

Oljumessan, sum verður hildin í stóru og spildurnýggju framsýningar- og konserthøllini nærhendis flogvøllin í Aberdeen, snýr seg í stóran mun um olju- og gassframtíðina í Norðsjónum umframt umskiftið og broytingarnar til meira burðardyggar orkuloysnir. Ráðstevnan og fakligu fundirnar á messuni hava tí eisini snúð seg um ta sokallaðu ”transition”, umskiftinum, frá verandi orkuveitingum til meira burðardyggar og varandi orkuloysnir. Og her eru oljufeløg og oljumyndugleikar eisini ein sera týðandi aktørur og viðspælari.

Á messuni kom Oil and Gas UK við spildurnýggjari orkufrágreiðing, har miðjað verður móti einum CO2 fríum marknaði í 2070. Í hesum sambandi verður eisini víst á, hvussu nýggjasta og vónandi komandi tøknin kann vera ein týðandi partur av royndunum at minka um CO2 útlátið. Og her vil framtíðar goymslutøknin at kunna goyma CO2 koma at fáa avgerandi týdning.

Og í øllum hesum er ”The Energimix” tvs. samansetingin av orkuhættum við olju og gassi saman við varandi orkukeldum og øðrum orkukeldum við avgerandi týdning. Felags fyri hesa samanseting er m.a., at roynt verður at fara burtur frá koli og kjarnorku sum orkukeldu. Men tað fer at vera seinur dagur, til øll heimsins lond megna heilt at útihýsi koli, nú tað hevur so stóran týdning fyri fleiri av stórveldunum í heiminum so sum India og Kina.

At olja og gass framhaldandi fara at hava stóran týdning fyri mong lond kom eisini týðiliga til sjóndar í skotska tinginum í vikuni, har fyrsti-ráðharrin gjørdi púra greitt, at Skotland hevur ongar ætlanir her og nú at sleppa sær av við olju og gass, tó at landið fer at halda fram at menna varandi orkukeldur. Í dag er Skotland eisini eitt av teimum fremstu í heiminum at gera íløgur í vindorku og og aðra alternativa orku so sum sjóvarfalsorku. So grannalondini bæði, Skotland og Føroyar, hava nógv til felags, eitt nú røttu umstøðurnar til havs og á landi til bæði vind- og sjóvarfalsorku.

[object Object]

Partur av føroyska ferðalagnum á oljumessu í Aberdeen, Eli Lassen, Louis Wilson og Áki í Skemmuni fáa vitjan av Teiti Poulsen, fíggjarstjóra í oljufelagnum Lundin, sum helt framløgu á ráðstevnuni saman við m.a. fíggjarstjóranum hjá BP.