Uttanlands

Oljufeløg gera stóríløgu í goymslu av CO2

Skal vera klár til at taka í brúk í 2024

Soleiðis fer nýggja skipanin við at fanga, flyta og goyma CO2 at síggja út.

Soleiðis fer nýggja skipanin við at fanga, flyta og goyma CO2 at síggja út.

2020-05-19 11:29 Author image
Jan Müller

[object Object]

Tað hevur fingið sera jaliga móttøku, at oljufeløgini Equinor, Shell og Total, hava avgjørt at gera eina stóra íløgu í ta fyrstu verkætlan nakrantíð at fanga, flyta og goyma CO2.

Herfyri tóku feløgini stig til at bora ein brunn sunnan fyri Troll oljufeltið á norska landgrunninum, nevndur EOS sum tann einasti av sínum slag ikki hevði til endamál at finna olju ella gass. Tvørturímóti vildu feløgini finna eina vælegnaða goymslu í undirgrundini, haðandi tey í framtíðini kunnu goyma CO2 útlát. Hetta er ein roynd at minka ávirkanina, sum útlát hevur á veðurlagið í heiminum. Boringin í mars í ár var so mikið væleydnað, at tey trý feløgini hava sett út í kortið eina verkætlan, sum er mett at kosta 7 mia. norskar kr. Ein útbyggingarætlan saman við rakstri er gjørd og latin norskum orkumyndugleikum.

Fyritøkan, sum skal standa fyri verkætlanini, hevur fingið heitið “Northern Lights”. Eygleiðarar halda, at henda stóra verkætlanin kann gerast fyrsta týðandi stigið á leiðini veruliga í verki at fremja eina ætlan, har til ber at fanga, flyta og goyma CO2 í undirgrundini og er harvið eisini eitt týðandi stig fram móti at røkka veðurlagsmálunum í Parísavtaluni frá 2015.

"Slíkar verkætlanir kunnu eisini vera við til at skapa arbeiðspláss og harvið hava týdning fyri ídnaðin", sigur Anders Opedal, samtaksstjóri fyri tøkni, verkætlanum og boringum hjá Equinor. Verkætlanin kann eisini hava stóran týdning fyri oljuídnað, sum hevur ilt við at sleppa av við CO2 á annan hátt. Tá kann slík nýggj tøkni skapa nýggjar møguleikar at minka um CO2 og harvið liva upp til altjóða klimamálini, sum eru sett út í kortið at røkka í 2050, sigur Opedal í tíðindaskrivi frá Equinor.

Sum skilst hava feløgini funnið fram til hóskandi tøkniligar loysnir at fara víðari við hesi CO2 verkætlan. Har hevur sjálv boringin av brunninum havt stóran týdning fyri at koma víðari. Roknað verður við at 57% av arbeiðsuppgávunum fara at enda hjá norskum undirveitarum.

“Skal samfelagið kunna seta í verk eina skjóta og góða broyting til eina reinari orkuskipan, so er tøknin í nýggju verkætlanini ein avgerandi fortreyt. Og her kemur ikki minst stóra tøkniliga vitanin og royndirnar hjá Shell til sín rætt. Eydnast henda fyrsta verkætlanini at flyta og goyma CO2, eisini kend sum (Carbon capture and storage, CCS) kann hon seta fleiri aðrar líknandi verkætlanir í gongd í Evropa", sigur Syrie Crouch, stjóri í Shell.

Eisini Total metir ætlanina at kunna gerast eitt gjøgnumbrot fyri at minka útlátið av veðurlagsgassum sum CO2. Philippe Sauquet, stjóri í Total, er sera fegin um, at Norra hevur tikið stig til verkætlanina og heldur byrjanin av arbeiðinum hevur verið sera gróðrarríkt. Higartil eru gjørd fleiri tøknilig nýbrot, sum kunnu fáa stóran týdning fyri hetta økið í framtíðini. Útbyggingin verður gjørd í fleiri stigum. Byrjað verður fyrst at fanga CO2 á plássum, har hetta er stórt og síðani flyta tað við skipi til staðið nærhendis, har goymslan finst í undirgrundini á 2500 metra dýpi. Móttøkustaðið fyri CO2 verður í Øygarden kommunu í Vestland. Møguleiki verður eisini at byggja út hesa fyrstu CO2 støðina í undirgrundini, soleiðis at CO2 frá øðrum fyritøkum í Evropa kunnu flytast og goymast har. Um so er at norska stjórnin gevur verkætlanini grønt ljós og vil vera partur av henni, so verður fyrsta stigið tikið í brúk i 2024. Talan er í fyrstu atløgu um at goyma 1,5 mió. tons av CO2 um árið.

[object Object]

Kelda: Equinor