Uttanlands

Oljufeløg sera góð boriúrslit tætt við føroyska markið

Ein væleydnað testing av Cambo brunni fer helst at skunda undir útbygging av oljukeldu tætt við Føroyar

2018-08-25 13:59 Author image
Jan Müller

 

Tað sýnist bara at ganga tann eina vegin, tá tosað verður um eitt framtíðar oljuævintýr skamt frá føroyska markinum vestan fyri Hetland. Oljufeløgini Siccar Point Energy og Shell boða nú frá, at úrslitið av eini testing av brunni, sum júst er boraður á Cambo kelduni 6 kilometrar frá føroyska markinum, hevur verið sera væleydnað. Sætti brunnurin varð boraður á Cambo-kelduni í summar við pallinum West Hercules og peika úrslitini rætta vegin. Í tíðindaskrivi frá oljufelagnum Siccar Point merkist sætt ovfarakæti yvir boring og testing og verður av álvara tosað um at fara undir eina útbygging av kelduni longu frá 2019. Enn ein boring í sama umráði við markið er eisini á skránni. Tað er Blackrock leitimiðið, sum liggur 4 kilometrar frá føroyska markinum, millum oljukeldurnar Cambo og Rosebank, og sum verður borað longu tíðliga í 2019. Góða úrslitið av brunninum nú í summar fer eftir øllum at døma at rudda slóð fyri eini útbygging av Cambo kelduni. Hon verður tá tann bretska oljuframleiðslan, sum er næst føroyska markinum. Í løtuni meta tey bæði oljufeløgini, Siccar og Shell eisini um møguleikarnar fyri at knýta aðrar smærri keldur í økinum í eina framtíðar Cambo útbygging, ein sonevndan hubb. Her er m.a. talan um kelduna Tornado.

Kann gagna leiting í Føroyum

Tað, sum í løtuni hendir her við føroyska markið, kann vera einki minni enn ein fongur fyri framtíðar leiting á føroyska landgrunninum. Tí Cambo oljuleiðin liggur so mikið tætt við markið, at jarðfrøðiligi struktururin hon er partur av, helst gongur inn á føroyskt øki eisini. Slík vitan fer uttan iva at fáa oljufeløg aftur at venda eygunum móti føroyska landgrunninum. Í hvussu er eru stjórarnir í bæði Shell og Siccar Point sera jaligir í sínum viðmerkingum til altjóða oljumiðlar í hesum døgum, nú testingin av Cambo brunninum hevur verið so væleydnað. Sagt verður, at Cambo kann fáa stóran týdning fyri oljuvirksemið í hesum økinum í framtíðini. Nærhendis liggur enn ein stór oljukelda, Rosebank, sum eftir øllum at døma eisini fer at verða útbygd. Vit tosa tí um einki minni enn ein spildurnýggjan oljulandslut í hesum partinum av Atlantsmótinum.

Ein týðandi orsøk til umrødda bjartskygni er eisini, at eitt av heimsins størstu oljufeløgum, Shell, herfyri keypti partar av Cambo-økinum, soleiðis at tað nú verður ein týðandi partur í eini útbygging. At eitt so fíggjarliga sterkt og tøkniliga framkomið oljufelag sum Shell brádliga er vorðið partur av nýggja oljuævintýrinum nær føroyska markið er nakað, sum eisini føroyskir myndugleikar eiga at leggja sær í geyma og hava eyguni eftir. Nú Jarðfeingi hevur latið upp aftur Open Door skipanina í Føroyum, har øll oljufeløg aftur kunnu søkja um leitiøki, er náttúrligt at seta spurningin: kunnu feløg sum Shell og Siccar Point, sum eru so virkin og eftir øllum at døma hava eydnuna við sær hinumegin markið, taka fulla stigið og eisini søkja um leitiøki føroysku megin markið? Vit vita tað ikki, men hetta er ikki óhugsandi, tá vit hyggja eftir, hvussu oljufeløg arbeiða.

Og tað ger ikki støðina verri, nú vit eru vitni til, at hesi bæði oljufeløgini, Siccar og Shell, eisini hava søkt um og fingið fleiri nýggj leitiloyvi í júst hesum økinum í seinastu bretsku útbjóðingini. Tað bendir á, at feløgini ætla at leggja nógv fyri at skunda undir bæði leiting og útbygging í øllum hesum nýggja oljuøkinum.

Tað, sum hendir í løtuni við markið, kann uttan iva fáa stóran týdning fyri komandi leitivirksemi á føroyska landgrunninum eisini. Tað er nevniliga ein sannroynd, at oljufeløg, sum fáa leitiøki við stórum møguleikum, vilja helst eisini leggja undir seg øki í grannalagnum, soleiðis at fer framleiðsla í gongd í einum øki, tá blíva grannaøkini alt fyri eitt áhugaverd at kanna, um tey eisini goyma olju.

Hyggja vit í føroysku oljusøguna síggja vit, at ein høvuðsorsøkin til, at so mong oljufeløg vendu eygunum móti Føroyum miðskeiðis í 90-unum vóru tíðindini um, at stórar oljukeldur so sum Schiehallion og Foinaven vóru funnar skamt frá føroyska markinum. Støðan, sum nú hevur tikið seg upp, líkist nógv hesum, tó at oljukeldur sum Cambo og Rosebank liggja uppaftur nærri Føroyum enn bæði Schiehallion og Foinaven gjørdu tað á sinni.

Nýggjur gasslandslutur eystan fyri markið

Afturat hesi eisini fyri Føroyar spennandi søgu, skulu vit heldur ikki gloyma, at okkurt røkist eisini fyri eini eins spennandi søgu í økinum longur norðari við markið. Har eru fleiri oljufeløg, Siccar, Ineos og Nexen í løtuni við at fyrireika seg til eitt nýtt gassævintýr á Atlantsmótinum, eisini nevnt sum ”The Northern Gas Area.” Har eru longu gjørd fleiri smærri gassfund seinastu mongu árini, men tey hava øll verið ov smá til at útbyggja tey einsamøll. Nú meta oljufeløgini, at eitt gott úrslit av eini komandi boring í heyst á einum nýggjum leitimiði í økinum, nevnt Lyon, kann skunda undir eina Hub útbygging. Við Lyon sum kjarnu, miðdepli fyri eini útbygging, kunnu smærri gasskeldurnar, Tobermory, Bunnehaven og Cragganmore bindast í Lyon hubbin. Boripallurin West Hercules liggur í løtuni á Cambo-kelduni og riggar av har og fer í næstum at sigla norður til Lyon leitimiðið.

Samanumtikið kunnu vit siga, at her hendir vissuliga nakað áhugavert og spennandi á olju- og gassøkinum tætt við Føroyar og sum helst eisini fer at ávirka og broyta oljutilgongdina á føroyska landgrunninum.