Uttanlands

Oljufeløg undir stóra CO2 verkætlan í Bretlandi

Fimm av heimsins størstu oljufeløgum eru farin í samstarv við bretskar myndugleikar um eina risaverkætlan at fanga, flyta og goyma CO2

2020-10-27 17:48 Author image
Jan Müller

Nøkur av heimsins størstu oljufeløgum eru farin í samstarv um at fanga, flyta og goyma CO2 í undirgrundini. Talan er um BP, ENI, Shell, Equinor og Total saman við almenna elveitingarfelagnum í Bretlandi. Tað snýr seg um eitt øki í Suðurbretlandi, nevnt Endurance. Verkætlanin hevur fingið heitið: “Northern Endurance Partnership”og verður gjørd í samstarvi við bretsku stjórnina. BP er fyristøðufelag fyri verkætlanini, sum hevur til endamál at røkka almennu málunum um CO2 útlát.

Ætlanin við verkætlanini er at kunna menna eitt undirstøðukervi, sum skal vera grundarlag fyri at fanga, flyta og goyma CO2 í goymslum í undirgrundini. Lagdar verða rørleiðingar á havbotninum, sum skulu flyta CO2 til goymslurnar í undirgrundini.

Henda ætlanin er tó ikki eindømi, tí fleiri staðni kring Norðsjógvin eru oljufeløg og myndugleikar farnir undir líknandi verkætlanir. Í Suðurbretlandi snýr hetta seg um økini Teesside og Humber. Hetta eru tvey av størstu kjarnuøkjunum í Bretlandi fyri eitt nú oljuídnaði. Ætlanin er at vera klárir við virkseminum í 2026, og í 2030 skulu hesar báðar verkætlaninar fanga og goyma 50% av øllum CO2 útláti frá ídnaðinum í Bretlandi.