Uttanlands

Oljufeløg vælkomin til Føroya at leita

Landsstýrið ikki broytt meining um at leita eftir olju í føroysku undirgrundini eftir Shell dóm

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, ivast ikki í, at olja og gass eru í føroysku undirgrundini og eru útlendsk oljufeløg vælkomin til Føroya at leita og finna hesi

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, ivast ikki í, at olja og gass eru í føroysku undirgrundini og eru útlendsk oljufeløg vælkomin til Føroya at leita og finna hesi

2021-05-31 10:25 Author image
Jan Müller

Landsstýrismaðurin í oljumálum, Helgi Abrahamsen, er avgjørdur, tá Útvarp Føroya í tíðindasendingini fríggjakvøldið biðjur um viðmerking til avgerðina hjá hálendskum dómstóli um, at Shell skal minka sítt CO2 útlát við 45% innan 2030. Hann dugir ikki at síggja, at hetta skal fáa nakra avleiðing fyri leitingina við Føroyar.

-Eg ivist ikki í, at oljuleitingin í føroyskum øki fer at halda fram, og eg ivist heldur ikki í, at tað finst olja í føroysku undirgrundini, tí tað verður bara meira og meira funnið framvið føroyska markið. Og tað sær eisini út til, at áhugin hjá oljufeløgunum fyri føroyska økinum er vaksandi, og tí rokni eg við, at leitingin fer at halda fram, sigur landsstýrismaðurin.

[object Object]

Landsstýrismaðurin ivast ikki í, at olja er í føroysku undirgrundini, tí tað verður bara funnið meira og meira framvið markinum. Kortið vísir nakrar av olju- og gasskeldunum, sum eru funnar skamt frá føroyska markinum eins og nógva virksemið í økinum millum Hetland og Føroyar.

Hóast  norskur umhvørvistalsmaður heldur, sambært ÚF, at  áhugin fyri leiting við Føroyar fer at verða merkt av Shell dóminum herfyri  og gera tað uppaftur truplari at fáa nakran at vísa áhuga fyri oljuleiting í føroyskum øki, so heldur Helgi Abrahamsen tó fast við, at landsstýrið i øllum førum ikki hevur broytt meining um at leita eftir olju i føroysku undirgrundini. 

-Tað er ringt at siga nú, hvønn áhuga feløg fara at hava alt eftir útfallið av hasum dóminum, nú tað er sannlíkt, at hann fer í ein hægri rætt. Í  øllum førum hava vit ikki broytt nakra meining. Vit hava í løtuni eina “Open Door” leitiskipan, og oljufeløgini eru vælkomin at venda sær til okkara og biðja um loyvi at leita í føroyskum sjóøki. So tað er ikki broytt.

Landsstýrismaðurin undrast annars yvir dómin, sum ein rættur í Hálandi hevur felt móti oiljufelagnum Shell, tí hann heldur ikki hetta er uppgávan hjá einum dómstóli. Tað er uppgávan hjá parlamentum at áseta slík mørk fyri útláti.  Hann ivast heldur ikki í,  at dómurin verður skotin inn fyri hægri rætt, so higartil broytir hetta einki í sambandi við leiting við Føroyar.

-Málið verður skotið inn fyri hægri rætt rokni eg við. Tað er annars rættiliga undarligt, at ein dómstólur ger reglur um  at áseta mark fyri CO2 útláti,  tí tað plagar at vera ein uppgáva hjá parlamentum og stjórnum og ikki hjá einum dómstóli sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður við Útvarpið.

Knýta grøna orkuskiftið aftrat oljuni

Sí annars samrøðu um sama málið, sum oljan.fo hevði við landsstýrismannin í juli mánað í fjør, tá danska stjórnin avgjørdi at steðga nýggjari leiting eftir olju: 


Nú danska stjórnin saman við øðrum flokkum á Fólkatingi hevur avgjørt at steðga nýggjari leiting í Norðsjónum og at gevast heilt við olju- og gassframleiðslu í 2050, hevur útvarpið hjá Kringvarpinum spurt landsstýrismannin, hvørjar ætlanir eru á oljuøkinum í Føroyum. Til tað sigur Helgi Abrahamsen, sum umsitur oljumál í landsstýrinum:

"Hyggja vit eftir øllum heiminum í dag, so brúkar hann meira og meira olju. Tað síggja summi sum nakað negativt, tí so fer man ikki yvir til grøna orku. Tað veldst eisini um, hvat alternativið er. Stórur partur av heiminum brúkar kol, sum dálkar nógv verri enn olja. At fara frá koli til olju er eitt stórt framstig á tí grønu leiðini. Men alt í alt er tað bara ein spurningur, um oljan verður útvunnin á okkara leiðum ella aðrastaðni. Heimurin skal nokk brúka olju í mong ár aftrat." 

Hann vísir eisini á, at oljan er ein stórur vinnuvegur fyri okkum og heldur avgjørt, at tað er rætt fyri okkum í Føroyum at vera við í oljuleiting og oljuframleiðslu, sjálvt um vit fara yvir til grøna orku. 

Hvat framtíðini viðvikur, so vísir landsstýrismaðurin á, at viðhvørt hevur tú hesi leitiumførini og ger man tá stór reklamuátøk fyri at fáa oljufeløg henda vegin. Tað er tó einki slíkt í løtuni, men ístaðin hava vit  eina “Open Door” skipan, tvs. at dyrnar standa opnar fyri oljufeløgum, sum vilja leita her.  

Vælkomin at koma til Føroya at leita

"Hevur onkur hug til at bjóða seg fram at leita her,  so eru tey vælkomin henda vegin. Og tað eg fái at vita frá Jarðfeingi er, at tað er rættiliga stórur áhugi fyri føroyska økinum. Tað er nógv olja og gass funnið eystan fyri Føroyar í bretskum øki, og tað er sera stórur áhugi hjá teimum oljufeløgunum, ið har arbeiða, fyri føroyska økinum eisini. Eg ivist tí ikki í, at tað er bara ein spurningur um tíð, til onkur bankar uppá."

Helgi Abrahamsen sigur víðari, at tá vit tosa um grøna orkuskiftið, so hava vit nevnt tann møguleikan, at um onkur vil leita eftir olju í Føroyum og kanska finnur olju, tá kunnu vit seta sum treyt, at finnur onkur olju, so kann tað vera ein treyt fyri at framleiða nakað her, at umsøkjarin skal vera við til at fíggja so og so nógv til grøna orkuskiftið hjá føroyingum. Uppá tann mátan kann man knýta grøna orkuskiftið aftrat oljuni, so tað er avgjørt ein møguleiki sigur landsstýrismaðurin við Útvarpið. 

Vinnuvegur vit eiga at troyta

Uppá fyrispurning um vit hava nakað at missa í Føroyum við at steðga  leitingini nú, sigur landsstýrismaðurin, at tá leitað verður eftir olju, skapar tað nógvar ringvirkningar í Føroyum. 

"Tað hava undanfarnu leitiumførini víst. Pluss tað at verður oljan funnin, so er tað nógv man missur. Vt skulu síggja tað í mun til, hvat annars hevði verið og ikki, hvat støðan er í dag. So tað er avgjørt ein stórur vinnuvegur, sum eg haldi vit í Føroyum eiga at troyta."