Uttanlands

Oljufeløg ymsar metingar av framtíðar oljuprísinum

Meðan norska Equinor heldur oljuprísurin fer at liggja um 80 dollarar í 2030 halda Shell og BP hann fer at vera á 55 til 60 dollarar

2020-07-31 16:40 Author image
Jan Müller

Nú tey stóru oljufeløgini gera langtíðar metingar av oljuprísinum heilt fram til 2030, so sæst í teirra langtíðar roknskapum, at tað er rættiliga ymiskt, hvussu tey meta oljuprísurin fer at verða komandi 10 árini.

Meðan tvey av heimsins størstu oljufeløgum, Shell og BP, hava sett út í kortið ein oljuprís millum 55 og 60 dollarar, so er greiningin hjá norska oljurisanum Equinor væl fyri ikki at siga nógv hægri. Felagið roknar við einum oljurpísi uppá 80 dollarar í 2030. Fleiri viðmerkjarar undrast á, hvussu Equinor kemur fram til henda prísin, sum teir siga ikki er kompatibul við Parísavtaluna. Tá Equinor seinasta fríggjadag legði fram úrslitið av øðrum ársfjórðingi í 2020, kom tað rættiliga ávart á greinarar. Úrslitið eftir skatt var uppá 646 mió. dollarar ella 4,1 mia. kr. Um felagið hevði lagt ein lægri oljuprís fram til grund fyri sínum framskrivingum, so hevði tað verið tvungið til at framt stórar niðurskrivingar av virðinum av tess ognum.

Annars hava fleiri av stóru altjóða oljufeløgunum framt stórar niðurskrivingar av sínum ognum, eitt nú Shell, BP, Total og ENI, sum øll líða undir avleiðingunum av korona og tí lága eftirspurninginum eftir olju.