Uttanlands

Oljuframleiðandi lond skerja framleiðslu aftur

Við at skerja framleiðsluna við 500.000 tunnum verður samlaða skerjingin hjá Opec og Ruslandi 1,7 mió. tunnur um dagin.

2019-12-06 10:55 Author image
Jan Müller
placeholder

Í longri tíð hava londini í OPEC felagsskapinum saman við Ruslandi avmarkað sína framleiðslu fyri at stuðla uppundir oljuprísin. Nú hava londini aftur fundast og samtykt at halda fram við at skerja framleiðsluna. Fundur var í Opec í gjár og var semja um at skerja framleiðsluna við 500.000 tunnum um dagin  aftrat, so samlaða minkingin verður 1,7 mió. tunnur um dagin. Hetta svarar til 1,7% av samlaðu heimsframleiðsluni skrivar Ritzau í morgun.

Londini hava kortini ikki tikið nakra avgerð um, hvat skal henda eftir mars mánað næsta ár, tá verandi avtala gongur út. Umboð fyri Rusland og nøkur av Opec limalondunum hava kortini gjørt galdandi, at tey eru sinnað til at lata avmarkingarnar halda fram eftir mars mánað, nú tekin eru til, at eftirspurningurin í komandi ári fer at vera minni enn framleiðslan vegna niðurgongd í heimsbúskapinum.  Oljuprísurin er í dag góðar 63 dollarar fyri tunnuna.

placeholder