Uttanlands

Oljuframleiðslan í Meksiko flógvanum stegðað av ódn

Ódnin Ida hevur longu steðgað 90% av framleiðsluni og roknað verður við, at oljuprísurin fer at hækka

2021-08-29 21:37 Author image
Jan Müller

Í løtuni herjar ein sera hervilig ódn í Meksikanska flógvanum og hevur júst rakt statin Louisiana. Ódnin, sum hevur fingið navnið IDA, hevur eina ferð uppá 240 kilometrar um tíman.


Tað eru júst 16 ár síðani, at ódnin Katrina rakti nærum sama øki. Ida, sum hevur fingið íbúgvararnar í statinum at flyta longur inn í landið ella seta upp byrgingar, er orsøkin til, at stórur partur ella 90%  av oljuframleiðsluni í Meksikanska flógvanum er latin aftur og manningarnar fluttar til lands.

Oljan frá hesum økinum er 15% av samlaðu framleiðsluni í USA og verður roknað við, at herviliga ódnin fer at ávirka oljuprísin. Mett verður at stongsulin av framleiðsluni hesaferð er væl størri enn, tá Katrina gjørdu um seg fyri 16 árum síðani. Tá Karina herjaði hækkaði oljuprísurin við 15% og vardi tann hækkingin í ein mánað.