Uttanlands

Oljukeldur eystan fyri Føroyar skifta hendur

Oljufelagið Chrysaor virknari leiklut eystan fyri Føroyar, nú ConocoPhillips rýmir

2019-04-23 09:34 Author image
Jan Müller

 

Nú skiferframleiðslan í USA dregur fleiri og fleiri amerikonsk oljufeløg, sum hava verið virkin í Evropa í tíggjutals ár, vestur aftur um Atlantshav til at fáa størri lut í tí framleiðsluni, so taka onnur, oftani smærri oljufeløg, yvir ognirnar í eitt nú Norðsjónum og vestan fyri Hetland.

Feskasta dømið um hesa tilgongdina er sølan av øllum oljuognum hjá amerikanska oljurisanum ConocoPhillips til oljufelagið Chrysaor. Avtala er júst gjørd um sølu av fleiri framleiðandi oljukeldum í Norðsjónum og á Atlantsmóti tvs. eystan fyri føroyska markið. Tvær av hesum eru Schiehallion og Clair, sum ConocoPhillips hevur verið partur av í mong ár. Nú verður tað so Chrysaor, sum fer at standa fyri tí partinum. Ráðgevarafyritøkan Wood Mackenzie heldur, at Chrysaor, sum við hesum keypinum verður eitt av teimum størstu framleiðandi feløgunum í Norðsjónum, fer at gerast uppaftur meira virkið í framtíðini eitt nú á Atlantsmótinum, í økinum eystan fyri føroyska markið.

Eitt annað amerikanskt felag, sum eisini er farið í fótafetunum hjá feløgum, ið rýma heimaftur til USA, er Chevron, sum herfyri seldi fleiri av ognum sínum í Evropa, eitt nú sín part av oljukelduni Rosebank nær føroyska markið til norska Equinor. Nú hevur Chevron so eisini uppkeypt størsta sjálvstøðuga amerikanska oljufelagið Anadarco, soleiðis at Chevron telist millum heimsins oljurisar.

Vit fara uttan iva at síggja uppaftur fleiri uppkeyp í næstu framtíð, har oljuognir skifta hendur. Hetta fer tí helst eisini at skapa nógvar broytingar í olju- og gassøkjunum eystan fyri Føroyar. Men at oljufeløg selja ognir nýtist ikki at merkja, at hesar hava minni virði og týdning.

Tvørturímóti kann tað merkja, at nýggju feløgini, sum vilja keypa, síggjar stórar møguleikar. Hetta kann eitt nú sigast um søluna av partinum hjá Chevron í Rosebank kelduni, ið Equinor nú stendur fyri og sum tað fer at útbyggja. Uppkeyp og søla av oljuognum kann tí í veruleikanum merkja, at nýtt lív kemur í bæði gamlar og nýggjar oljukeldur. Nýggju feløgini síggja hesi við nýggjum eygum og kann tað vera við til at gagna einum olju- og gasslandsluti sum tí eystan fyri føroyska markið.