Uttanlands

Oljuleiðir eystan fyri Føroyar skifta eigara

Oljufelagið Ineos, sum nøkur ár herfyri keypti upp ognirnar hjá OMV eystan fyri Føroyar, er nú í samráðingum við ConocoPhillips at keypa upp teirra virksemi á Atlantsmótinum.

Við nýggjum oljufeløgum á Atlantsmótinum økist eisini virksemið í økinum nær Føroyum.

Við nýggjum oljufeløgum á Atlantsmótinum økist eisini virksemið í økinum nær Føroyum.

2018-11-20 10:36 Author image
Jan Müller

 

Keyp og søla av oljuleiðum tvs. bæði loyvum og oljukeldum er náttúrligur partur av oljumenningini eisini um okkara leiðir. Seinastu árini hava vit sæð serstakliga stór oljufeløg selja burturav sínum ognum bæði í Norðsjónum og vestan fyri Hetland. Eitt nú hevur franska Total keypt upp loyvini hjá danska Maersk Oil. Bretska Siccar Point hevur keypt upp loyvini hjá eysturríkska OMV, og bretska Ineos hevur keypt loyvini hjá danska Dong – fyri bert at nevna nøkur dømi. Herfyri frættist, at norska Equinor hevur givið boð uppá partin hjá amerikanska Chevron á stóru Rosebank oljukelduni eystan fyri Føroyar. Og nú frættist so, at Ineos hevur í hyggju at keypa upp fleiri av loyvunum hjá amerikanska oljurisanum ConocoPhillips. Við í hesi søluni verður so eisini partur av oljukelduni Clair á Atlantsmótinum. ConocoPhillips seldi herfyri ein stóran part av Clair til bretska BP. Nú er so ætlanin, at Ineos skal keypa tey írestandi 7,5% av hesi risakelduni. Ein orsøk til at stóru amerikonsku oljufeløgini so sum Chevron og ConocoPhillips selja ognir sínar í Evropa er tann, at tey vilja heldur gera íløgur í skiferoljumenningina í USA og eisini oljuleiðirnar í Alaska.

Tað er greitt, at umrøddu sølur og keyp og aðrar aftrat broyta sjálva heildarmyndina og helst eisini framtíðar olju- og gassmenningina bæði í Norðsjónum og á Atlantsmótinum. Hyggja vit eftir hesi gongd við føroyskum leitibrillum, so er tað bara gott við nýggjum feløgum, sum keypa upp oljuleiðir eitt nú nær markinum við tí í huga at gera íløgur har bæði í leiting og framleiðslu.Feløgini síggja økini her við nýggjum eygum.

Eftir er so at síggja, hvørjar ætlanir og langtíðar strategi nýggi leikarin á Atlantsmótinum, Ineos, hevur í hesum stóra økinum nær Føroyum. Annars er tað sera áhugavert at fylgja við, hvussu verður við royndunum hjá Equinor at fáa fótin fastan aftur á Atlantsmótinum og her ikki minst tætt upp at føroyska markinum, nú felagið hevur boðið uppá Rosebank. 

Fyri føroyskar oljumyndugleikar eiga uppkeyp og nýggir leikarar eystan fyri markið at takast sum nakað sera positivt. Ein av avleiðingunum av hesi fyri Føroyar jaligu gongd er tann sannroynd, at oljufeløgini Siccar Point Energy og Shell longu í mars mánað fara at bora ein týdningarmiklan brunn fáar kilometrar frá føroyska markinum. Úrslitið av honum kann fáa týdning fyri føroysku oljuframtíðina eisini.

 

Keldur: The Times, Energy Voice, oljan.fo