Uttanlands

Oljumessa í Aberdeen útsett til í februar

Offshore Europe, sum skuldi vera í september, er útsett til í næsta ár

Í ár eru 30 ár síðani, at eitt føroyskt ferðalag fyrstu ferð vitjaði á eini oljumessu í útlandinum, Offshore Europe í Aberdeen í 1991, um tað mundið, at skjøtil varð settur á eina komandi føroyska oljuleiting og oljuvinnu. Her sæst partur av føroyska ferðalagnum.

Í ár eru 30 ár síðani, at eitt føroyskt ferðalag fyrstu ferð vitjaði á eini oljumessu í útlandinum, Offshore Europe í Aberdeen í 1991, um tað mundið, at skjøtil varð settur á eina komandi føroyska oljuleiting og oljuvinnu. Her sæst partur av føroyska ferðalagnum.

2021-06-21 14:31 Author image
Jan Müller

Koronasóttin hevur verið og er framvegis orsøkin til, at ráðstevnur og messur kring heimin verða antin avlýstar ella útsettar. So er eisini við teimum báðum stóru oljumessunum í ávikavist Norra og Skotlandi, messur, sum fyrr vórðu væl vitjaðar av føroyingum og føroyskum fyritøkum. ONS messan, sum er í Stavanger annaðhvørt ár, varð avlýst í fjør. Nú túrurin kemur til hina stóru oljumessuna í skotska Aberdeen, Offshore Europe, er avgjørt at útseta hesa til frá 1. til 5. februar komandi ár. Hon skuldi annars havt verið í september í ár. Orsøkin til útsetanina er óvissan um heilsu og trygd siga stigtakararnir sambært Energy Voice.

[object Object]

Kortini er avgjørt at halda eina alternativa ráðstevnu á netinum ístaðin. Hon fer at vera í døgunum 5. til 7. september. Hon fer sostætt at vera stutt fyri altjóða veðurlagsráðstevnuna COP26, sum verður hildin í Glasgow í november. Phil Chandler, stjóri fyri Offshore Europe, sigur, at ráðstevnan í ár fer at varpa ljós á grøna orkuskiftið og stuðla uppundir leiklutin hjá vinnuni at røkka net-null útláti.

Ein høvuðsorsøkin til at útseta ráðstevnuna er avgerðin hjá bretsku stjórnini at vísa størri varsemi, nú nýggi Covid-19 delta varianturin vísir seg at breiða seg skjótari enn roknað við. Umframt vanligu oljumessuna er eisini avgjørt at útseta eina aðra ráðstevnu undir heitinum “All-Energy and Dcarbonise conference”.

Aberdeen hevur verið vertur fyri Offshore Europe oljumessuni í nærum 50 ár. Føroyingar hava trúliga vitjað messuna nærum øll árini, og fyrstu ferð stórt føroyska ferðalag við nærum 70 luttakarum vitjaði í Aberdeen, sum fekk heitið evropeisiki oljuhøvuðsstaðurin, var í 1991, tá ikki færri enn tveir landsstýrismenn vóru við.

Oljumessan hevur stóran búskaparligan týdning fyri Aberdeen.

[object Object]