Uttanlands

Oljuognir í Norðsjónum skifta hendur

Nú ExxonMobil selur part av sínum ognum í Norðsjónum sær nýggja oljufelagið NEO Energy stórar møguleikar har

2021-02-26 15:15 Author image
Jan Müller

Gongdin hesi seinastu árini hevur verið tann, at fleiri av stóru amerikonsku oljufeløgunum, hava tikið seg aftur úr Evropa og hava ístaðin vent eygunum móti USA og øðrum heimspørtum eitt nú Suðuramerika.  Seinasta felagið at fylgja hesi gongdini er oljufelagið ExxonMobil, sum hevur gjørt avtalu um at selja flestu av sínum ognum í Norðsjónum. Tað er heldur nýggja oljufelagið NEO Energy, sum hevur keypt ognirnar fyri 1 mia. dollarar. Talan er um fleiri oljufelt í norðara partinum av Norðsjónum. 

Bretska felagið NEO Energy verður fíggjað við privatum kapitali frá eitt nú norsku olju- og íløgufyritøkuni  HitecVision, sum er ein av nýggju leikarunum í oljuvinnuni í Norðsjónum og sum m.a. stendur aftanfyri Vår Energy, ið stendur fyri næstmestu framleiðsluni á norska landgrunninum. Nú verður spátt, at NEO Energy fer at skapa nýtt bjartskygni aftur á bretska landgrunninum og er keypið av ognum hjá ExxonMobil bara eitt stig á leiðini. At privatur kapitalur nú aftur av álvara er við til at stuðla uppundir olju- og gassframleiðslu og harvið eisini leiting í Norðsjónum kemur sera væl við í eitt nú Aberdeen, har tey hava sæð so mong bakkøst í vinnuni seinasta árið við korona, lágum eftirspurningi og prísum.  

Frammanundan hava tvey stór amerikonsk oljufeløg selt ognir í Norðsjónum, eitt nú Chevron og ConocoPhillips. Hóast tað kann kennast sum eitt afturstig fyri oljuvinnuna í Norðsjónum og Vesturevropa, at so stór oljufeløg meira ella minni rýma, so hevur tað víst seg, at onnur við størri áhuga taka við. Hetta er við til at skapa størri bjartskygni aftur í einum øki sum Norðsjónum. Og so er eisini í hesum førinum, har tað verður mett, at NEO Energy við keypinum fer at seta seg á uppaftur fleiri oljuøki og harvið vera við til at fáa ferð á aftur oljuvirksemið í hesum partinum av heiminum - í føroyska grannalagnum. 

NEO var stovnað í 2019 eftir samanlegging av Verus Petroleum og NEO E&P. Avtalan við ExxonMobil fevnir um 21 ognir harav 14 framleiðandi oljufelt umframt ymsan infrastruktur. Við keypinum fer NEO at framleiða 70.000 tunnur um dagin, sum er meira enn ein tvífalding av verandi framleiðslu. Felagið roknar við at kunna økja um framleiðsluna til 80.000 tunnur um dagin um ikki so langa tíð. Men stjórin í felagnum Alton sigur við Energy Voice, at hann vil fegin hava, at felagið kann røkka eini framleiðslu uppá 120.000 tunnur um dagin í 2023. Tað skal gerast við at keypa aðrar ognir og at keypa upp ella leggja saman við onnur feløg. Tá vil felagið vera av somu stødd sum bæði Shell og BP nakað aftanfyri Total og nýggja samanlagda felagið Chrysasor/Premier, tá talan er um oljuframleiðslu í bretska partinum av Norðsjónum.

Hóast Exxon, sum hevur verið virkið í Norðsjónum síðani 1964, letur stóran og mest týðandi partin av ognunum í Norðsjónum frá sær, so fer felagið kortini at varðveita fleiri felt serliga í syðra part av Norðsjónum.