Uttanlands

Oljupallar kring Hetland rekast við grønum landstreymi

Ætlanin er at byggja stóra vindmylnulund í Hetlandi, ið skal vera við til at veita streym til oljupallar, sum í dag verða riknir við gassi

Hetland vil ganga á odda at minka um CO2 útlátið frá oljupallum til havs. Undir heitinum

Hetland vil ganga á odda at minka um CO2 útlátið frá oljupallum til havs. Undir heitinum "Shetland Energy Hub" verður sett út í kortið ein verkætlan, har landstreymur frá vindmyllum skal avloysa gassriknu oljupallarnar bæði í Norðsjónum og á Atlantsmótinum, eystan fyri Føroyar.

2020-08-18 16:41 Author image
Jan Müller

[object Object]

Við at útvega olju- og gasspallum landstreym frá eitt nú vindmyllum ber til at minka munandi um CO2 útlátið frá framleiðsluni á pallunum. Her síggjast mongu pallarnir og keldurnar í Norðsjónum og á Atlantsmótinum

Myndugleikar og vinna í Hetlandi og á skotska meginlandinum eru vorðnir samdir um at minka um útlátið av CO2 gassum frá eitt nú oljuframleiðsluni á Atlantsmótinum og í Norðsjónum. 

Hetta skal m.a. gerast við at framleiða streym frá vindmyllum á landi og øðrum varandi orkukeldum, sum síðani verður fluttur umvegis sjókaðalar til olju- og gassframleiðandi pallar bæði vestan og eystan fyri Hetland.

Ein týðandi fortreyt fyri at kunna fullføra slíka ætlan er umframt at fáa streym frá vindmyllum eisini at dúva uppá elorku úr Skotlandi. Henda skal koma frá nýggju verkætlanini at leggja ein sjókaðal millum Hetland og meginlandið. Hesin verður 250 kilometrar langur.

[object Object]

Nýggi elkaðalin millum Hetland og Skotland, sum ætlanin skal vera klárur í 2024

Tá hann gerst veruleiki í 2024 ber til at flyta streym báðar vegir tvs. úr Skotlandi til Hetlands og øvugt. Her fer verkætlanin "Viking Energy Wind Farm” í Hetlandi at fáa stóran týdning bæði fyri oljupallarnar til havs.

Tað fer so eisini at vera við til at gera ætlanina at reka oljupallarnar á Atlantsmótinum og í Norðsjónum við grønum streymi til veruleika. Higartil eru hesir pallarnir riknir við gassi frá framleiðsluni umborð. Dømi um líknandi gongd er norska Equinor, sum er farið at byggja út vindmylnulundir til havs, sum so skulu veita streym til olju- og gasspallarnar. Harvið ber til at minka munandi um dálkandi CO2 útlátið. Annars møtir stóra vindmylnuætlanin eisini stóra mótstøðu í Hetlandi, tí hon verður mett at fara at forkoma vøkru náttúruni.

[object Object]

Undir heitinum "Decarbonising oil and gas fields West of Shetland and East of Shetland” hava Shetland Islands Council og The Oil & Gas Technology Centre í Skotlandi lagt grundarlagið fyri verkætlanini “Shetland Energy Hub”, sum hevur til endamál at stuðla uppundir “decarboniseringina” av olju- og gassfeltum kring Hetland. Ein týðandi partur av hesi ætlan er streymkaðalin millum Skotland og Hetland, eisini nevndur "Shetland HVDC Link."

[object Object]

Í Skotlandi verður verkætlanin “Shetland Energy Hub” mett sum ein týðandi partur av royndunum hjá Bretlandi sum heild at fremja broytingar í orkuskipanini til at brúka varandi orkukeldur. Henda ætlan fer tí eisini at standa frammaliga, tá heimsins lond í næsta ár møtast til veðurlagsstevnu í Glasgow.

[object Object]

Norska Equinor arbeiðir við at veita streym frá vindmyllum til mongu pallarnar á landgrunninum har.