Uttanlands

Oljuprísur hækkar til 34 dollarar

Eftirspurningurin eftir olju veksur skjótari enn roknað við, og tað fær oljuprísin at hækka.

2020-05-18 13:30 Author image
Jan Müller

Mánamorgun hækkaði oljuprísurin aftur við umleið 3% til 33,8 dollarar fyri tunnuna. Fríggjadagin varð vøksturin nærum 5%. 

Eftirspurningurin eftir olju veksur, nú virksemið kring heimin er við at koma í gongd aftur eftir ringastu avleiðingarnar av koronasóttini. Eisini vísir tað seg, at Opec+ londini eins og G20 londini  liva upp til  skerjingarnar av framleiðsluni sambært E24 heimasíðuni.

Vit síggja eisini, at oljuframleiðsluvirki í Kina økja aftur um sítt virksemi. Samstundis minka amerikonsku oljugoymslurnar eins og talið á boripallum í USA minkar sambært S&P Global Platts. Talið á boripallum er komið á eitt støði, sum var galdandi fyri 10 árum síðani, tá skiferkollveltingin byrjaði. Roknað verður við at lækkandi talið av boripallum í USA fer at svara til eina minking í skiferoljuframleiðsluni uppá 1,5 mió. tunnur um dagin.

Uppgongdin í oljuprísinum tók av álvara dik á seg seinasta hósdag, tá IEA, altjóða orkustovnurin, kunngjørdi sína mánaðarligu frágreiðing um oljumarknaðin. Her framgongur, at IEA metir, at eftirspurningurin eftir olju fer at vaksa meira enn hildið. IEA roknar við einum eftirspurningi uppá 91,23 mió. tunnur um dagin í 2020, tvs. 690.000 tunnur meira enn í seinastu frágreiðingini. Tað vísir seg eisini, at lond, sum ikki eru partur av Opec+ avtaluni um at skerja framleiðsluna hava tikið stig til at minka um sínar framleiðslur. Hesi londini eru m.a. USA og Kanada.

Umboð fyri OPEC sigur við Reuters tíðindastovuna, at tekin eru til, at oljukreppan er um vera av, og at tað nú aftur gongur hin vegin.

Kvalitetsjournalistik kræver investeringer. Del venligst denne artikel med andre ved at bruge nedenstående link. https://energiwatch.dk/Energinyt/Olie___Gas/article12145873.ece.
Kopier og videresend ikke artiklen. Det er i strid med ophavsretsloven og vores abonnementsbetingelser.

Organisationen af Olieeksporterende Lande, Opec, ser spæde tegn på forbedringer i verdensøkonomien. Sammen med nedskæringer af produktionen både i Opec og i samarbejdslande betyder det, at oliekrisen kan være ovre. Sådan lyder det fra Opecs generalsekretær, Mohammad Barkindo, i et interview med Bloomberg News. På oliemarkedet stiger prisen på den amerikanske referenceolie, WTI, fredag eftermiddag med 4,2 pct. til 28,72 dollar per tønde. Den europæiske referenceolie, Brent, koster 31,61 dollar efter en stigning på 1,5 pct.