Uttanlands

Oljuprísur kann enda á 10 dollarum

Í løtuni er hann væl á veg niður móti 20 dollaramarkinum. Irak roynir nú at fáa Saudi-Arabia og Russland aftur til samráðingarborðið

2020-03-19 17:13 Author image
Jan Müller

[object Object]

Oljuprísfallið tykist onga enda at fáa. Prísurin fyri eina tunnu av olju fall í gjár við 14% og er í dag 25,52 dollarar. Fyri tveimum mánaðum síðani var hann eitt skifti 75 dollarar. So kom koronavirussið, sum fekk stórar avleiðingar fyri eftirspurningin eftir olju og gassi, og harvið byrjaði oljuprísurin av álvara sína niðurgongd. Og skulu vit trúgva einum av heimsins royndastu oljuprísgreinarum, norðmanninum Jarand Rystad, so fer prísurin ikki bert at lækka til 20 dollarar men fer heilt niður á 10 dollarar longu í apríl. Og høvuðsorsøkin til hesa stóru niðurgongdina vera tær umleið 3 mió. tunnurnar av olju, sum Opec og Russland fara at koyra aftrat á marknaðin, tá avtalan millum hesi londini um at avmarka framleiðsluna gongur út um mánaðarskifti mars/apríl.

Jaran Rystad sigur miðilin “Dagens Næringsliv", at hetta er mest dramatiska hendingin hann hevur upplivað. Tá hugsar hann eisini um fíggjarkreppuna, Tjernobyl og oljukreppuna í 1986. Rystad væntar, at koronasóttin og oljuprískríggið millum Saudi-Arabia og Russland fer at fylla goymslurnar av olju og harvið tvinga fram ein prís millum 10 og 15 dollarar fyri tunnuna. Tá verður loksins neyðugt at skrúva fyri kranunum og vit koma kanska at rinda fyri at sleppa av við oljuna. Men verður oljuprísurin so lágur í t.d. hálvtannað ár, tá skapar tað eisini grundarlag fyri eini risahøgari oljupríshækking eftir tað. Norski greinarin sær fyri sær eina sera strævna og torføra tíð fyri norska oljuveitaraídnaðin í næstu framtíð fyri so at venda aftur til betri tíðir í 2022/2023. Havast skal eisini í huga, at nógvir føroyingar eru partur av norsku oljuvinnuni.

Eisini fíggjarfyritøkan Goldman Sachs sigur í eini viðmerking til framtíðar oljuprísin, at hann fer at fara undir 20 dollarar í øðrum ársfjórðingi, tað lægsta síðani 2002. Orsøkin er, at botnurin er farin undan eftirspurningin eftir olju og gassi orsakað av koronasmittuni. Bankin roknar við, at eftirspurningurin fer at minka við 8 mió. tunnum um dagin seinni í hesum mánaðinum og fyri alt árið 2020 eina minking uppá 1,1 mió. tunnur um dagin.

Norska greinarafyritøkan Rystad roknar við eini minking í eftirspurninginum uppá 2,8 mió. tunnur um dagin í 2020. Fyri at seta hetta í perspektiv, so var metingin í farnu viku einans 600.000 tunnur, vísir Rystad á. Fyritøkan roknar við eini lækking í eftirspurninginum uppá 11 mió. tunnur um dagin bara í apríl samanborið við 2019. Tøl frá Japan, sum er heimsins triðstørsti búskapur, vísa, at oljuinnflutningurin í februar minkaði við 9% í mun til árið fyri. Ein av orsøkunum til lækkandi eftirspurningin og harvið eisini lækkandi oljuprísin er, at m.a. fleiri og fleiri flogfeløg gevast við sínum virksemi, nú mørkini til mong av heimsins londum rætt og slætt eru stongd. Ávarað verður eisini um, at henda støða kann halda sær í eitt hálvt ár ella meira.

Seinasta nýggja á “oljufrontinum” er, at oljuráðharrin í Irak hevur biðið um fund um støðuna millum OPEC (Organization of the Petroleum Exporting Countries ) og oljuframleiðandi lond uttanfyri felagsskapin til tess í stundini at seta tiltøk í verk fyri at stuðla upp undir marknaðin. Thamer al-Ghadhban heitti á Opec um at fáa samráðingar í lag millum Opec og onnur oljuframleiðandi lond við Russlandi á odda um at umrøða allar hugsandi møguleikar fyri at fáa javnvág aftur í oljumarknaðin.

Við einum ógvusligum bardaga millum Saudi-Arabia og Russland er tað torført at síggja nakra skjóta semju á økinum. Víst verður á, at einasti møguleiki fyri at fáa londini aftur til samráðingarborðið er ein uppaftur lægri oljuprísur. Um somu tíð viðgongur umboð fyri russisku stjórnina nú, at verandi oljuprísur er alt ov lágur.