Uttanlands

Oljuprísur kann røkka 100 dollarum aftur

Heldur ótrygga geopolitiska støðan í heiminum fram og versnar, so er ikki ósannlíkt, at oljuprísurin aftur fer at røkka teimum 100 dollarunum.

2019-02-14 13:57 Author image
Jan Müller

Hetta sigur RoseAnne Franco frá rágevarafyritøkuni Verisk Maplecroft. Rigzone heimasíðan hevur spurt ymsar oljugreinarar, um møguleiki er fyri, at oljuprísurin aftur fer upp um 100 dollara markið.

”Tað er ein spurningur um nær og hvussu leingi oljuprísurin fer at halda seg á tí høga støðinum. Tað veldst so sjálvandi fyrst og fremst um heldur ótryggu geopolitisku støðuna í heiminum, um hon fer at standa við og vaksa, og um henda kann føra til, at vit fyrr ella seinni fara at fáa eitt príssjokk sigur Franco sambært Rigzone.

Stóra óvissan um vøksturin í heimsbúskapinum kann so eisini fáa týdning fyri oljuprísin, sum kann fara báðar vegir. Hóast ávís viðurskifti kunnu skunda undir eina príshækking, so meta aðrir greinarar tað vera sera ósannlíkt, at oljuprísurin fer at halda sær á 100 dollara markinum rættiliga leingi, kemur hann so høgt upp. Tí marknaðurin fer at regulera seg sjálvan. Tá fer framleiðslan helst at vaksa so mikið nógv, at hon verður størri enn eftirspurningurin, sum tá aftur fer at ávirka oljuprísin. At Opec og onnur lond eisini hava eitt vakið eygað við prísinum, merkir helst eisini, at hann neyvan veksur alt ov nógv. Tí hvørki framleiðarar ella brúkarar ynskja ein oljuprís, sum liggur um 100 dollarar.

Oljuprísurin hækkaði annars í morgun til 64,20 dollarar fyri tunnuna. Í byrjanini av vikuni var hann góðar 61 dollarar og við ársskiftið varð hann undir 60 dollarar, so prísurin er vaksin við umleið 5 dollarum fyri tunnuna síðani jóltíðir.