Uttanlands

Oljuprísur lækkar undan OPEC+ fundi

Oljuprísurin lækkar undan fundi í Opec+ hósdagin, tá avmarkingar í framleiðsluni aftur verða umrøddar

2021-03-02 11:56 Author image
Jan Müller

Lækkingin kemur bert fáar dagar, áðrenn Opec+ londini skulu hava fund. Har skulu tey taka støðu til komandi tilráðingar um oljuframleiðsluna, antin skerjingarnar skulu halda fram nakað enn, ella um framleiðslan skal hækka aftur. Hetta skrivar Bloomberg News.

Síðani korona tók dik á seg hevur farsóttin gjørt um seg og havt stórar avleiðingar fyri altjóða búskapin. Tað fekk longu tíðliga Opec+ londini at avmarka framleiðsluna fyri at steðga príslækkingini. Eftir tað hevur Saudi Arabia eisini sjálvboðið minkað enn meira um sína framleiðslu. Tað hevur so medvirkað til, at oljuprísurin er hækkaður aftur. 

Undan fundinum hósdagin hevur Saudi Arabia heitt á limalondini um at vera varin og ikki økja um framleiðsluna, hóast prísurin er hækkaður nógv í eina tíð. At oljuprísurin nú brádliga er lækkaður kann vera orsøkin til, at Saudi Arabia heitir á limalondini um at halda fram við at vísa varsemi. Tað hevur annars ljóðað, at lond í Opec hava ætlanir um at økja samlaðu framleiðsluna við 1,5 mió. tunnum um dagin, men nú eftir príslækkingina kann hetta krav koma at fevna um eina hækking uppá 500.000 tunnur ístaðin. 

Í løtuni eru avmarkingarnar hjá Opec+ uppá 7 mió. tunnur um dagin ella 7% av samlaðu altjóða oljuveitingini skrivar Energy Watch. Felagsskapurin er størsti einstaki framleiðarin av olju í heiminum við 40% av eftirspurninginum.