Uttanlands

Oljuprísur millum 10 og 200 dollarar

Oljugreinarar eru ójavnir á máli um komandi oljuprís. Hann er í góðar 80 dollarar og kann fara upp í loft ella kava í botn

2018-10-14 16:40 Author image
Jan Müller

 

Alt kann henda í løtuni. Oljuprísurin kann enda á 150 dollarum, entá 200 dollarum, og hann kann kava heilt niður á 10 dollarar. So ymiskar og ørkymlandi eru metingarnar um framtíðar oljuprísin, sum beint nú liggur um 80 dollarar. Fyri bert eini viku síðani var hann nærum 90 dollarar fyri tunnuna. Leggja vit ymsu metingarnar saman, so líkist tað tó einum oljuprísi uppá 85 dollarar komandi árini. Hetta er eisini nóg mikið til at fáa oljufeløgini til at gera íløgur í nýggja leiting og útbyggingar og harvið kunna fylla út aftur tómrúmið, sum hevur verið eftir prísfallið í 2014, tá feløg nærum góvust at leita eftir nýggjum oljugoymslum. Við tí úrsliti at útboðið minkaði í mun til eftirspurningin. Sum støðan er í løtuni fossa inntøkurnar inn í kassarnar hjá oljufeløgunum siga norskir greinarar. Og so leingi hann liggur millum 80 og 90 dollararar, so er eingin vandi fyri, at oljufeløgini ikki fara at gera framhaldandi íløgur í bæði leiting og útbyggingar.

Metingarnar um vaksandi oljuprísin eigur oljugreinarin Helge André Martinsen frá DNB Markets. Hann heldur, at uppá stytri sikt kunnu amerikonsku sanktiónirnar móti Iran koma at ávirka oljuprísin nógv. Hetta skriva Dagens Nyheder.

”Vit mugu bara bíða til støðan versnar. Tá sanktiónir vórðu settar í verk móti Iran undir Obama vóru gjørd undantøk. Tí fingu tær ikki so víðgongda ávirkan á oljuprísin. Men undir Trump tykjast eingi undantøk at verða told. Og tí kann prísurin nærum ”eksplodera”, sum onkur greinari úttalar seg. Roknað verður við, at niðurgongdin í útflutninginum hjá Iran verður skjótari og meira ógvuslig enn fyrru ferðina. Vit síggja tað longu”, sigur greinarin.

Aðrir oljugreinarar siga, at oljuprísurin kann fara báðar vegir, alt eftir hvussu støðan verður í heiminum. Onkur heldur, at prísurin kann fara so langt upp sum til 200 dollarar, um boykottið av Iran verður fullkomið frá november. Aðrir greinarar siga, at umstøðurnar kunnu rudda slóð fyri einum metlágum oljuprísi uppá 10 dollarar, um vit ímynda okkum, at lond sum Venezuela og onnur økja munandi um framleiðsluna, so tað verður nærum yvirflóð av olju á marknaðinum. Men tað er neyvan hugsandi í løtuni, havandi í huga, sera ringu støðuna í eitt nú Venezuela, har oljuídnaðurin er nærum við at kollapsa, nú bestu oljuarbeiðararnir flýggja av landinum. Landið verður annars mett at eiga størstu goymslurnar í heiminum av olju og gassi.

Støðan í løtuni er tann, at útflutningurin úr Iran minkar sohvørt sum amerikonsku sanktiónirnar fara at virka. Frá fyrst í november verða hesar fulkomnar, og tá er spurningurin um, hvør torir at ganga ímóti avgerðini hjá Trump. Flest oljufeløg fara helst at gera tað, men um lond sum Kina fara at akta boðini frá USA er meira óvist. Neyvan fer Kina at gera tað. So her er so nógv í óvissuni.

Komandi valið í USA til kongressina kann so eisini fáa avleiðingar á oljuprísin. Ein metframleiðsla í stórum og týðandi oljuframleiðaralondum kann fáa oljuprísin at kava aftur. Í síðsta enda eru tað útboð og eftirspurningur, sum avgera oljuprísin síggja vit burtur frá geopolitisku ávirkanini.