Uttanlands

Oljuprísur møguliga 20 dollarar í næstum

Í gjár lækkaði oljuprísurin til góðar 29 dollarar og greinarar gita, at hann kann enda á 20 dollarum í næstum

2020-03-17 14:24 Author image
Jan Müller

 

Oljuprísurin hevur enn ikki rokkið botninum. Hann kann lættliga lækka nógv meira og koma heilt niður á 20 dollarar siga greinarar og vísa á, at m.a. koronavirus kann fáa nógv størri avleiðingar fyri eftirspurningin eftir olju og harvið á oljuprísin. Eftirspurningurin er minkaður so mikið nógv av minkandi virkseminum kring heiminum, at tað rætt og slætt er yvirflóð av olju á marknaðinum. Onkur greinari kallar støðuna “Blóðbað á marknaðinum” og skyldast tað bæði prískríggið millum Russland og Saudi-Arabia og síðani óttanum fyri, at koronavirussið fer at gera uppaftur meira um seg.

Hóast tað hevur ljóðað at roynt verður at fáa Russland og Opec aftur til samráðingarborðið, so hava umboð fyri russiskar orkumyndugleikar gjørt greitt, at Russland kann væl liva við verandi støðu. Aðrir greinarar meta, at støðan er so mikið álvarslig, at Russland í veruleikanum er við at spæla russiska roulette. At tað fer at tapa prískríggið við serstakliga Saudi Arabia. Heimsins størsti útflytari av olju, Saudi-Arabia, hevur av álvara skrúvað frá fyri oljuni m.a. sum part av prískrígnum við Russland. Hetta sigst at vera komið óvart á russiskar oljumyndugleikar.

Tað eru teir greinarar, sum siga, at oljurísurin fer at lækka munandi meira, tá eftirspurningurin fer at minka uppaftur meira. Men hóast tað so verður roknað við, at bæði Russland og Saudi-Arabia hava fíggjarliga styrki til at halda fram við prískrígnum í nógvar mánaðir aftrat.

Oljuprísurin lækkaði mánadagin fór undir 30 dollarar fyri tunnuna. Oljuprísurin kann lækka heilt niður á 20 dollarar fyri tunnuna. Hetta er seinasta metingin hjá royndu greinarafyritøkuni “Rystad Energy”. Dapra útlitið fyri oljuprísin fyri oljuframleiðarar kemur eftir, at framleiðslan av olju og gassi er vorðin nógv størri enn eftirspurningurin. Høvuðsorsøkirnar eru ósemjan millim Opec og Russland at minka framleiðsluna enn meira enn higartil avtalað og so koronavirussið, sum hevur havt álvarsligar avleiðingar fyri heimsbúskapin.

Nú Russland gjørdi av ikki at fylgja Opec við enn eini avmarking í oljuframleiðsluni, hevur tað fingið bæði Saudi Arabia og UAE at boða frá, at tey fara floyma marknaðin við olju frá byrjanini av næsta mánað. Verandi avmarking í framleiðsluni, sum bæði Opec og Russland hava ásett fyri tíð síðani, gongur nevniliga út um mánaðarskiftið. Uttan eina avtalu millum Opec og Russland hevur altjóða marknaðurin mist tað eftirlitsliðið, sum hevur hildið prísinum uppi, og nú kunnu einans marknaðarmekanismurnar gera av javnvág millum framleiðslu og eftirspurning sigur Espen Erlingsen frá Rystad Energy. Felagið metir, at eftirspurningurin í februar minkaði við 4 mió. tunnum, hetta fyrst og fremst ávirkað av koronasmittuni. Komandi mánaðirnar verður mett, at eftirspurningurin fer at minka við millum 2-4 mió. tunnum aftrat sigur Rystad. Aðrir greinarar meta, at minkingin í framleiðsluni næstu mánaðirnar kann gerast heilar 10 mió. tunnur um dagin. Samlaða framleiðslan av olju hevur annars verið um 100 mió. tunnur um dagin.