Aftur til Portalin
  • mobile navigation icon
  • Lat aftur oljan.fo Forsíða Innanlands Uttanlands English Oljukeldan

    Aðrar síður

    Portal.fo Veðrið Oljan Torg Nummar
Uttanlands

Oljuprísur nær við 50 dollarar eftir Opec-avtalu

Hetta er tann hægsti seinastu níggju mánaðirnar

2020-12-05 17:14 Author image
Jan Müller
 
Opec og Russland eru vorðin samd um at fremja eina avarkaða øking av framleiðsluni frá 1. januar við 500.000 tunnum um dagin. Hetta hevur havt við sær ein vøkstur í oljuprísinum til beint undir 50 dollarar fyri tunnuna.
 
Tíðindi hava annars gingið um stóra ósemju í Opec+, antin verandi  skerjingingin av framleiðsluni skuldi halda fram óbroytt ella ikki. Eina løtu tyktist ósemjan at fara at skaða umdømið hjá felagsskapinum, sum annars fyri tað mesta hevur víst sína styrki við at standa saman.
 
Tá fundurin varð uppafturtikin hósdagin endaði tað við eini semju um at hækka framleiðsluna nakað. Tað saman við einum veikum US dollara hevur ávirkað oljuprísin, sum ikki hevur verið so høgur í níggju mánaðir, skrivar Financial Times. Eisini hevur avgerðin hjá Bretlandi at góðkenna eitt koppingarevni móti korona gjørt sítt til. at oljuprísurin hækkaði. 
 
Stór óvissa hevur annars verið rundan um fundin millum oljuráðharrarnar í Opec og Russlandi.Tá fundurin varð sett mánadagin var hann kortini eftir fáum tímum útsettur til hósdagin, tí fleiri av londunum vildu hava betri stundir til at viðgera framleiðsluna. Tá ljóðaði, at Saudi Arabia vildi hava londini at samtykkja óbroytta framleiðsluavmarking til apríl 2021. Hesum vóru Russland, Irak og UEA ikki so fegin um men vildu hava smærri broytingar. Og gjørdist so semjan tann, at hækkingin av framleiðsluni bleiv ein fjórðing av tí, sum londini annars høvdu í kvittanum, tvs. 500.000 ístaðin fyri 2 mió. tunnur hækking um dagin. Avgjørt er so eisini at hava regluligar fundir eina ferð um mánaðin fyri serliga at fylgja við, hvussu fer at gangast við koppsetingini móti korona. 
 
Eygleiðarar halda, at eftirspurningurin fer neyvan at vaksa aftur fyrr enn næsta summar, tá lond helst hava megnað at byggja upp eina skipan við flutningi og veiting av koppingarevninum. Og væntandi kemur øll flogferðslan heldur ikki fyri seg fyrr enn um eitt hálvt ár ella so, skrivar Financial Time. 

 

 

 

 

Mest lisið á oljan.fo

  • Equinor størsta sáttmála um vindorku í USA nakrantíð

    Uttanlands
  • - Vit eiga ikki at lata okkum stýra av veðurlagsræðslu

    Innanlands
  • Shipping ein týðandi útflutningsvinna fyri føroyska búskapin

    Innanlands
  • Nú renna pengar aftur í kassan hjá Atlantic Petroleum

    Innanlands
  • Heimurin fer at mangla olju 

    Uttanlands
  • Gass úr Asia gera Evropa minni bundið av Russlandi

    Uttanlands
  • Skipaferðslan í Arktis økist hóast korona

    Uttanlands
  • ES skal ganga á odda innan vindorku

    Uttanlands


portal.fo
  • Síður
    • Portal.fo
    • Fiskur.fo
    • Oljan.fo
    • Torg.fo
  • Lýsingar
    (+298) 20 70 70
    Borgar Kristiansen
    borgar@knassar.fo
  • Redaktión
    tel. 20 80 80
    redaktion@knassar.fo
    Sverri Egholm
    Netredaktør (Ábyrgd)
    se@knassar.fo
  • Fyristing
    tel. 20 80 80
    knassar@knassar.fo

Portal.foBryggjubakki 16100 Tórshavn(+298) 20 80 80knassar@knassar.fo