Uttanlands

Oljuprísur nærkast 30 dollarum

Ma. tíðindi um at amerikanska skiferoljuframleiðslan fer at minka fáa oljuprísin at hækka

2020-05-05 12:54 Author image
Jan Müller

Í morgun hækkaði oljuprísurin til góðar 29 dollarar fyri tunnuna. Hetta er ein vøkstur uppá umleið 6% síðani í gjár. Tað eru bert fáir dagar síðani, at prísurin var umleið 25 dollarar fyri tunnuna. 

Høvuðsorsøkin til hækkingina eru tíðindini um, at amerikanskir skiferoljuframleiðarar hava boðað frá, at teir fara at minka um framleiðsluna. Eisini er skerjingin av oljuframleiðsluni, eftir semjuna, sum varð gjørd  millum Opec, Russland og onnur lond, farin at merkjast í prísinum.

Eftirspurningurin eftir olju er eisini so smátt farin at vaksa aftur, nú altsamt fleiri lond spakuliga lata upp aftur. Tað eru eisini  longu nú  umboð fyri oljufeløg, eitt nú russiska Gazprom, sum meta, at oljuprísurin næsta ár fer at hækka til 45 dollarar fyri tunnuna.Tað eru bara fáar vikur síðani, at greinarnar mettu, at oljuprísurin fór at kava til undir 10 dollarar.