Uttanlands

Oljuprísur nærum 60 dollarar

Prísurin er hækkaður við 8% seinastu vikuna og er hetta hægsti oljuprísur í eitt ár

2021-02-06 12:15 Author image
Jan Müller

Oljuprísurin hækkaði í vikuskiftinum til 59,69 dollarar fyri tunnuna. Hetta er tað hægsta í meira enn eitt ár. Hesa seinastu vikuna er hann hækkaður við 8%. Fara vit bara tríggjar mánaðir aftur, so varð prísurin tá umleið 33 dollarar fyri tunnuna. Og leita vit uppaftur longur aftur til januar 2020 var prísurin eitt skifti 18 dollarar fyri tunnuna. 

Ein høvuðorsøkin til hækkandi oljuprísin eru útlitini til, at Opec londini ikki fara at skunda undir aftur framleiðsluna í bræði. Ein kann tí siga, at tað er Opec, sum í høvuðsheitum er við til at tryggja ein støðugan og lutvíst høgan oljuprís.  Eisini eru goymslurnar minkandi, eins og bjartskygni millum íleggjarar  innan olju og gass er vaksandi, sambært Bloomberg.
 
Hóast koronastøðan er hættislig í stórum parti av heiminum, so eru kortini útlit til, at hjólini so smátt eru farin at mæla aftur, og eftirspurningurin eftir olju og gassi er harvið eisini vaksandi.