Uttanlands

Oljuprísur upp í loft

Hækkaði í morgun við nærum 20% til knappar 72 dollarar fyri tunnuna

2019-09-16 11:05 Author image
Jan Müller

[object Object]

Prísurin á ráolju hækkaði mánamorgun við 19,5% til 71,95 dollarar fyri tunnuna, sum er størsta hækking síðani 1991. Síðani er hann lækkaður nakað aftur til fyrst 68 og síðani 66,11 dollarar. Fríggjadagin undan álopunum var prísurin 60,48 dollarar fyri tunnuna. Hetta skriva Bloomberg, Ritzau og BBC fyrrapartin.

Orsøkin til ógvusligu hækkingina eru álopini á oljuútbúnað í Saudiarbia í vikuskiftinum. Hesi høvdu við sær, at oljuframleiðslan í heimsins størsta oljulandi fór niður í eina helvt. Álopini hava minkað um oljuframleiðsluna í Saudiarabia við 5,7 mió. tunnum um dagin upplýsir umboð fyri Aramco. Hetta svarar til 6% av dagligu oljunýtsluni  í heiminum.

Tað er ikki vist, at høgi oljuprísurin fer at halda sær leingi aftrat, nú amerikanski forsetin hevur boðað frá, at USA fer møguliga at lata upp fyri risastóru goymslunum av olju fyri at fáa oljuprísin á eitt lægri støði aftur.