Uttanlands

Oljuprísurin 100 dollarar í 2022

Høvuðsorsøkin til skjótt vaksandi oljuprísin verður vøksturin í  ferðavinnuni  sigur Bank of America

Vøksturin í ferðavinnuni verður mettur at fáa eftirspurningin eftir olju at vaksa nógv og verða størri enn framleiðslan í 2022 og harvið eisini trýsta oljuprísin uppeftir.

Vøksturin í ferðavinnuni verður mettur at fáa eftirspurningin eftir olju at vaksa nógv og verða størri enn framleiðslan í 2022 og harvið eisini trýsta oljuprísin uppeftir.

2021-06-22 16:02 Author image
Jan Müller


Oljuprísurin kann enda á 100 dollarum í 2022, ella longu seinast í hesum árinum,  tá ferðavinnan er komin rættiliga fyri seg aftur sigur Bank of America í eini frágreiðing. Henda metingin kemur stutt eftir prísgreiningar frá fleiri rávørukeyparum og fíggingarfyritøkum  innan oljuvinnuna skriva World Oil og Financial Times.  

Altjóða nýtslan av olju fer at halda fram at vaksa og verða størri enn framleiðslan í 2022 samtíðis sum betraða búskaparliga støðan í kjalarvørrinum á korona,  fer at skunda undir nýtsluna, og um somu tíð sum íløgur í nýggja framleiðslu fara at minka orsakað av umhvørvisóttanum sigur bankin í síni frágreiðing.

Fleiri aðrar fyritøkur so sum Goldman Sachs og Trafigura Group hava longu gjørt sínar metingar av prísinum og liggja hesar allar um 100 dollarar fyri tunnuna, tá vit røkka 2022. Víst verður á at longu nú er oljuprísurin vaksin til tað hægsta í tvey ár og hetta er bert byrjanin til ein enn størri vøkstur, tá virksemið kring heimin av álvara kemur í gongd aftur. Oljuprísurin liggur í løtuni nakað niðanfyri 75 dollarar fyri tunnuna. 

Um somu tíð liggur stórt trýst á Opec+ londini við Saudi Arabia og Ruslandi á odda at økja um framleiðsluna.

Herfyri kom IEA, altjóða orkustovnurin, við eini rættiliga óvæntaðari útmelding, har stovnurin boðaði frá, at tað fór at vera mangul á olju á marknaðinum, um ikki eitt nú Opec økti um sína framleiðslu. Hetta segði stovnurin stutt eftir at hava mælt øllum heiminum til at gevast við at leita eftir olju og at steðga íløgum í olju- og gass-útbyggingar. 

Tað hevur so fingið fíggingarfyritøkur  og onnur at rópa varskó og ávara um, at verður steðgað at leita eftir og útbyggja olju- og gasskeldur, so fer heimurin  at mangla olju við tí avleiðing, at oljuprísurin fer at gerast methøgur. Og er tað m.a. hetta vit síggja tekin til.

Umboð fyri rávørukeyparar bera annars ótta fyri avleiðingunum, nú tað frá fleiri síðum verður mælt frá at gera íløgur í olju- og gass, tí heimurin er enn als ikki komin hartil í grøna orkuskiftinum, at man kann síggja burtur frá tørvinum og nýtsluni av olju og gassi og eiheldur hevur rokkið málinum um at leggja um til streym ístaðin.

Opec+ londini møtast á fundi í næstu viku, har gitt verður, at tey fara at økja eitt sindur aftur um framleiðsluna, tó vilja tey vera varin. Aftrat allari óvissuni kemur so eisini spurningurin til støðuna í Iran, sum í løtuni er í samráðingum við Vestanveldini um eina kjarnorkuavtalu.

Roknað verður annars við, at ein oljuprísur uppá 100 dollarar fer at gera, at fleiri íleggjarar aftur vilja seta pengar í nýtt oljuvirksemi.