Uttanlands

Oljuprísurin 60 dollarar í 2021

Bank of America heldur oljuprísurin fer at liggja um 60 dollarar komandi summar

2020-11-28 10:33 Author image
Jan Müller

Nú um dagarnar hækkaði oljuprísurin eitt skifti til 49 dollarar fyri tunnuna. Hetta hendi í kjalarvørrinum á tíðindunum um væleydnaðar royndir við fleiri koppingarevnum móti korona, útnevningini av ráðharrum til komandi Biden stjórnina í USA og vaksandi eftirspurningi eftir olju og gassi úr serstakliga Kina. Hetta er hægsti prísurin í átta mánaðir. Bara henda seinasta mánaðin er prísurin vaksin við 25%. Eitt skifti áðrenn mars var hann niðanfyri 20 dollarar. 

Nú útlit eru til, at lond fara at taka aftur ella minka um avmarkingar av almennum virksemi, sum tá aftur fer at skunda undir  eftirspurningin eftir olju og gassi, geva stórir peningarstovnar sítt boð uppá oljuprístilgongdina í komandi ári. Eitt nú vil Bank of America vera við, at oljuprísurin komandi summar fer at vera uppá 60 dollarar, skrivar Bloomberg. Eisini vónirnar til at Opec+ londini í komandi viku fara at bíða við at minka avmarkingina av framleiðsluni, fær útlitini til ein hækkandi oljuprís at vaksa. Sambært Goldman Sachs fer Opec+ at útseta verandi framleiðsluavmarking uppá 7,7 mió. tunnur í tríggjar mánaðir.
 
Tað eru tó eisini aðrar metingar um oljuprísin. Eitt nú hevur amerikanska oljufelagið ExonMobil nú um dagarnar gjørt sína meting av framtíðar oljuprísinum. Tað vil vera við, at hann í 2021 fer at liggja millum 50 og 55 dollarar fyri tunnuna. Tað eru tó eygleiðarar, sum halda, at kemur verulig gongd á aftur virksemið í heiminum eftir at koppsetingar taka dik á seg, tá kann oljuprísurin skjótt gerast munandi hægri. Hetta ikki minst orsakað av einum vaksandi eftirspurningi.
 
Verandi prísvøkstur hevur longu ávirkan á virksemið í oljuvinnuni. Oljufeløg eru so smátt farin at taka fram aftur ætlanir um útbyggingar eins og tey eisini gera íløgur í leiting ymsa staðni kring heimin. Vaksandi eftirspurningur og hækkandi oljuprísur fær íleggjarar at umhugsa aftur at gera nýggjar íløgur í bæði leiting og útbyggingar. Seinastu dagarnar hava BP og Itacha Energy sum tey fyrstu oljufeløgini í Norðsjónum í eina tíð sett hol á nýggja oljuframleiðslu á Vorlich oljuleiðini í Norðsjónum.