Uttanlands

Oljuprísurin 71 dollarar - hægsti í tvey ár

Hetta hendir eftir álop á heimsins størsta oljuterminal í Saudi Arabia

2021-03-08 09:56 Author image
Jan Müller

Álopið av heimsins størsta oljuterminal, Ras Tanura í Saudi Arabia í vikuskiftinum fekk alt fyri eitt oljuprísin at hækka við 6% og var hann eitt skifti omanfyri 71 dollarar fyri tunnuna. Kortini vóru skaðarnir av álopinum sera avmarkaðir. Terminalurin útflytir 6,5 mió. tunnur av olju um dagin ella 7% av samlaðu oljunýtsluni skrivar Reuters,.

Hetta er hægsti oljuprísur í tvey ár. Oljuprísurin hækkaði eisini munandi seinasta hósdag, tá Opec+ londini gjørdu av ikki at minka um skerjingina í framleiðsluni, men at varðveita hana fyribils fram til 1. mai. Talsmaður fyri fíggjarstovnin Goldman Sachs metir, at oljuprísurin fer at røkka 80 dollarum í triðja ársfjórðingi í ár.