Uttanlands

Oljuprísurin fer upp um 70 dollarar

Eygleiðarar meta, at hann kann hækka enn meira, um støðan í Miðeystri versnar

2020-01-06 12:28 Author image
Jan Müller

 

[object Object]

Støðan í Miðeystri fekk í morgun oljuprísin at hækka til góðar 70 dollarar fyri tunnuna. Hetta er tann hægsti oljuprísurin síðani mai í fjør. Og eygleiðarar meta, at prísurin fer at hækka enn meira, nú ófriður er við at kykna av álvara í Miðeystri. Eisini verður mett, at støðan kann fáa eftirspurningin at hækka, nú ófriðurin kann raka ferðsluna í Hormuzsundinum.

Ófriðurin í Miðeystri byrjaði við, at USA tók lívið av einum teimum ovastu í iranska herinum og eftir tað hevur hótt við at bumba nógva staðni í Iran. Síðani hevur forsætisráðharrin í Irak hótt við at blaka allar amerikanskar hermenn úr Irak, og tað hevur fingið Trump forseta at hótta við sanktiónum móti Irak. Um somu tíð hevur leiðslan í Iran sagt upp kjarnorkuavtaluna við lond í Vesturheiminum.

Henda støðan hevur so gjørt, at oljuprísurin er farin upp um 70 dollarar og er møguliga á veg enn longur upp. Eitt álop á eina amerikanska herstøð í Kuwait, sum tók tríggjar amerikanarar av døgum, hóttir nú eisini við hevndarálopum, sum aftur kunnu ávirka oljuprísin. Kelda Reuters.