Uttanlands

Oljuprísurin kavar

Er lækkaður við meira enn 10% seinastu dagarnar til góðar 61 dollarar

2019-06-03 13:48 Author image
Jan Müller

Oljuprísurin er av álvara kavaður seinastu dagarnar. Hósdagin lækkaði hann við meira enn 5%, og fríggjadagin helt lækkingin fram við meira enn 7% aftrat. Oljuprísurin mánamorgun er 61,62 dollarar. Fyri stuttum var hann uppi á nærum 73 dollarum.

Viðmerkjarar siga seinastu ovurstóru lækkingarnar vera einki minni enn “sjokerandi”. Oddvar Bjørgan, greinari hjá Carnigie sigur sambært DN.no, at brádligu lækkingarnar koma eftir, at amerikanski forsetin hósdagin segði, at hann fór at krevja toll uppá 5% av øllum meksikanskum vørum. Umboð fyri Hvítu Húsini hava síðani úttalað, at tollurin fer at hækka upp til 25% sohvørt.

Annars er lækkingin eisini ein avleiðing av handilsstríðnum millum USA og Kina. Hetta fer at fáa ávirkan á heimsbúskapin og harvið vøksturin í heiminum. Tað verður mett at minka um eftirspurningin eftir olju og gassi. Greinarin hjá Carnigie stovninum heldur, at oljuprísurin kann lækka til 50 dollarar.