Uttanlands

Oljuprísurin kavar aftur

Oljuprísurin er lækkaður við meira enn 30% seinastu vikurnar

2018-12-19 11:30 Author image
Jan Müller

 

Fyrst kavaði hann til góðar 58 dollarar fyri tunnuna í gjár. Og í morgun fór hann uppaftur longur niður til góðar 56 dollarar. Ein lækking uppá 4%. Síðani oktober er oljuprísurin lækkaður við góðum 30%. Kortini væntar Saudiarabia, at oljuprísurin fer at liggja um 80 dollarar fyri tunnuna í 2019, skrivar Reuters.

Eygleiðarar siga annars, at avgerðin hjá Opec at lækka framleiðsluna við umleið 1 mió. tunnum um dagin hevur enn ikki rinið við, men tá hon fer at merkjast av álvara helst í januar, verður mett, at prísurin fer at hækka aftur. Kortini er stór ónøgd í oljuvinnuni við, at framleiðslulækkingin hjá Opec er alt ov lítil til at varðveita ein oljuprís omanfyri 60 dollarar ella meira.

Metingarnar um framtíðar oljuprísin eru sum vera man sera ymiskar. Bloomberg News skrivar í morgun, at oljuprísurin í 2019 í meðal fer at liggja um 73 dollarar. Ein høvuðsorsøkin til lága oljuprísin er m.a. methøga framleiðslan í USA og Ruslandi.