Uttanlands

Oljuprísurin lækkar 30 prosent

Mánamorgun lækkaði oljuprísurin við góðum 30% til góðar 31 dollarar

Oljuprísurin í botn mánamorgun

Oljuprísurin í botn mánamorgun

2020-03-09 08:10 Author image
Jan Müller

Oljuprísurin rætt og slætt kavaði í morgun, tá hann lækkaði við góðum 30% til 31,74 dollarar. Høvuðsorsøkin til stóru lækkingina er ósemjan millum OPEC londini og Russland.

Í farnuviku avgjørdu Opec londini at minka enn meira um framleiðsluna við 1,5 mió. tunnum um dagin. Hesi lækking vildi Russland ikki fylgja.

Annars hava Opec og Russland nú í longri tíð drigið eina línu, tá tað galt fyri at stuðla uppundir oljuprísin við at avmarka framleiðsluna av olju. Talan er um størstu lækkigina síðani USA fór í kríggj í Irak í 1991, tvs. í nærum 30 ár.

Oljupríslækkkingin hevur alt fyri eitt ávirkað altjóða fíggjarmarknaðirnar. Partabrøvini á marknaðunum í Asia lækkaðu sera nógv í morgun. Og eru coronavirus og lágu oljuprísirnir orsøkin.

Sambært keldum í Saudi-Arabia fer landið ætlanir um at lata upp fyri kranunum og pumpa enn meira olju upp, skrivar Financial Times í morgun. Hetta kann ávirka oljuprísirnar uppaftur meira, um ikki Opec og Russland seta seg aftur við samráðingaerborðið og semjast um eitt framleiðsluloft. Einki bendir tó á tað í løtuni.

Príslækkingin kemur í kjalarvørrinum á, at coronavirus av álvara er farið at gera um seg kring heimin.  Meira enn 106.000 menniskju eru smittað, og fleiri enn 3600 eru deyð.