Uttanlands

Oljuprísurin lækkar munandi

Tað eru bert fáar vikur síðani, at oljuprísurin nærkaðist 80 dollarum fyri tunnuna.

Oljuprísurin lækkar munandi
2018-07-17 14:40 Author image
Jan Müller

Tað eru bert fáar vikur síðani, at  oljuprísurin nærkaðist 80 dollarum fyri tunnuna. Nú gongur skjótt hinvegin, og hann nærkast nú  70 dollarum. Í dag er hann góðar 72 dollarar. Hetta er tað lægsta í ein mánað. Orsøkin eru útlitini fyri vaksandi framleiðslu, sum m.a. stavar frá avgerðini hjá Opec og Ruslandi aftur at vaksa um framleiðsluna fyri at steðga prístilgongdini. 

M.a. hevur Libyia latið upp fyri fleiri týðandi oljuterminalum, um somu tíð sum Saudi Arabia hevur latið við seg koma og helst fer at taka áheitanina ella kravið frá amerikanska forsetanum, um at hækka oljuframleiðsluna, til eftirtektar. Hetta skrivar Financial Times. Blaðið skrivar eisini, at USA hevur í hyggju at koyra olju frá neyðgoymslunum út á marknaðin undan valunum til amerikonsku kongressina í november til tess at forða fyri fyri fleiri príshækkingum.